18.12.2009

Trygdarmiðstøðin skal tillaga prísin á trygdarskeiðnum.

Kappingarráðið hevur álagt Fiskimálaráðnum at tillaga prísin á trygdarskeiðnum hjá Trygdarmiðstøðini í samsvar við avgerð hjá Kappingarráðnum seinasta summar.

Fiskimálaráðið hevur fingið boð um, at eru viðurskiftini ikki komin í rættlag við ársbyrjan 2010, verður álagt Fiskimálaráðnum vikuliga sekt.

Upprunaliga avgerðin hesum viðvíkjandi varð tikin seinasta summar og skuldi prísurin á trygdarskeiðnum tillagast veruliga kostnaðin. Prístillagingin skuldi verða framd innan 1. august 2009.

Kappingarráðið bleiv tá kunnað um, at arbeitt var við einum lógaruppskoti, soleiðis at virksemi hjá Trygdarmiðstøðini skuldi leggjast í eina serlóg. Sostatt vildi málsræðið hjá Kappingarráðnum eftir Kappingarlógini, blíva sett til viks.

Seinni bleiv Kappingarráðið kunnað um, at lógaruppskotið var steðgað, tí Fiskimálaráðið ikki hevði heimild til at bera lógaruppskoti í Løgtingið. Eftir hetta avgjørdi løgmaður, at málsræðið hesum viðvíkjandi lá hjá Vinnumálaráðnum.

Kappingarráðið metti tí, at nú var málið loyst, tí tá Fiskimálaráðið ikki hevði málsræðið, var onki annað at gera hjá Fiskimálaráðnum enn at broyta prísin á Trygdarskeiðum.

Kappingarráðið kann tó staðfesta, at prísurin á trygdarskeiðnum hjá Trygdarmiðstøðini enn ikki er broyttur.

Kappingarráðið hevur tí boðað Fiskimálaráðnum frá, at eru viðurskiftini ikki fingin í rættlag við ársbyrjan 2010, verða teir álagdir vikulig sekt.

Kappingareftirlitið, tann 18. desember 2009