Kappingarráðið
Kappingarráðið virkar sambært Løgtingslóg nr. 35 frá 3.mai 2007 um kapping við seinni broytingum og hevur til uppgávu at umsita kappingarlógina.
Endamál lógarinnar er við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.
At ráðnum er knýtt ein skrivstova, nevnd Kappingareftirlitið. Kappingareftirlitinum leggur tey mál fyri Kappingarráðið, sum ráðnum, eftir §§ 4-6 í kunngerð um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið, er álagt at viðgera og taka avgerð í og mál, sum Kappingareftirlitið annars metir eiga at verða løgd fyri ráðið. Annars at samráðast vegna ráðið um at fáa møgulig skaðilig árin stegaði. Sí nærri í kunngerð um virksemið hjá Kappingareftirlitinum.