Frá Føroya Kærustovni tann 24. mai 2024
Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum frá 26. februar 2024 um at Føroya Handverksmeistarafelag, P/f Articon, P/F Búsetur og P/F MT Højgaard hava framt brot á §6 í kappingarlógini í samband við, at feløgini framdi kollektivt boykott av einum útboði hjá Runavíkar kommunu.
Les úrskurðin her
Frá Føroya Kærustovni tann 12. desember 2023
Føroya kærustovnur hevur broytt avgerð hjá Kappingarráðnum frá 24. juli 2023 um at Føroya Tele hevði brúkt prísklemmu móti felagnum Tosa í sambandi við tingingar um eina MVNO avtalu.
Les úrskurðin her
Frá Føroya Kærustovni tann 14. juli 2023
Føroya kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum frá 20. apríl 2023 um at FT Samskifti hevði framt brot á §11, stk. 1 í kappingarlógini í sambandi við at gávan á 100 GB varð latin.
Les úrskurðin her
Frá Eystara Landsrætti tann 1. desember 2022
Eystari Landsrættur hevur staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum um loðsflutning frá 11. oktober 2019.
Les dómin her
Frá Føroya Rætti tann 6. mai 2021
Føroya rættur hevur staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum um loðsflutning frá 11. oktober 2019
Les dómin her
Frá Vinnukærunevndini tann 2. januar 2019
Vinnukærunevndin hevur tann 2. januar 2019 staðfest avgerðina um loðsflutning hjá Kappingarráðnum tann 11. oktober 2019
Les úrskurðin her
Frá Føroya Rætti tann 19. oktober 2015
Føroya rættur hevur avvíst stevning frá Kappingareftirlitinum um hvussu arbeiðsbýti skal vera millum Kappingarráðið og Kappingareftirlitið.
Les dómin her
Frá fundi í Vinnukærunevndini tann 15. juli 2009
Vinnukærunevndin hevur avvíst kæru um avgerðina hjá Kappingarráðnum tann 22. mai 2009 um prísásetingina av trygdarskeiðum hjá Trygdarmiðstøðini.
Les úrskurðin her