14.05.2008

Nýtt Kappingarráð

Landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, hevur valt eitt nýtt Kappingarráð í eitt fýra ára skeið, galdandi frá 01.05.2008.

Bert smáar broytingar eru gjørdar í ráðnum. Ingunn Eiriksdóttir er vald til formann/kvinnu, meðan Kári Petersen fyrrverandi formaður heldur fram í ráðnum sum vanligur limur. Leivur Michelsen og Esther Dahl halda eisini fram, meðan Gunnvá S. á Lofti er nývald fyri Vivi Egholm.

Varalimir eru: Heri Joensen, Aina Knudsen, Hjørdis Gaard, Niels Sørensen og Marita Rasmussen.