04.03.2011

Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna hjá TF Holding av 70% av partabrøvunum í Eik Banka Føroya P/f

Kappingarráðið hevur á fundi tann 16. februar 2011 góðkent yvirtøkuna av 70% av partabrøvunum í Eik Banka Føroya P/f.
Kappingarráðið metir ikki at yvirtøkan hjá TF Holding førir við sær at virkna kappingin á nøkrum marknaði verður hindrað, við tað at ein marknaðarráðandi støða verður skapt ella styrkist.
Kappingarráðið metir, at tað kann vera ein ávísur vandi fyri, at bunting (bundling) av fíggjar- og tryggingartænastum kann føra til avbyrging, men metir samstundis at hesin vandi ikki er nóg sannlíkur til, at treytir skulu setast við samanleggingina. Um bunting framyvir fer at skerja kappingina á marknaðunum, so metir Kappingarráðið seg hava fullgóðar møguleikar at gera inntriv.

Les meira her


Kappingareftirlitið