16.11.2012

Yvirtøkan hjá P/f Poul Hansen av tveimum Á-handlum í Tórshavn er góðkend

Kappingareftirlitið hevur tann 14. november 2012 góðkent yvirtøkuna hjá P/f Poul Hansen av Sp/f Svøðuni og Sp/f Inn Tórshavn. Sp/f Svøðan rekur Á-handilin v/Sundsvegin og Sp/f Inn rekur Á-handilin v/Landsvegin.

Kappingareftirlitið hevur avgjørt at góðkenna yvirtøkuna, tí mett verður ikki at virkna kappingin verður hindra av yvirtøkuni.

Les meira her
 

Kappingareftirlitið