26.09.2017

Yvirtøkan hjá P/F Gervi av stórbilaverkstaðnum hjá Sp/f Jón Thomasen er góðkend

Kappingareftirlitið hevur avgjørt at góðkenna yvirtøkuna hjá P/F Gervi av stórbilaverkstaðnum hjá Sp/f Jón Thomasen á Hjalla.

P/F Gervi kemur at virka á marknaðinum fyri umvæling av stórbilum, og eru tað Jón Thomasen og P/F Faroe Ship, ið eiga nýstovnaða felagið í felag.

Les avgerð hjá Kappingareftirlitinum her

Kappingareftirlitið