26.09.2022

Yvirtøkan hjá P/F Bakkafrost av P/F Faroe Seafood 2011 skal ikki góðkennast av Kappingareftirlitinum

Eigarnir av P/F Faroe Seafood 2011 hava avgjørt at selja felagið til P/F Bakkafrost.

Hesir eiga P/F Faroe Seafood 2011:

  • Framtak 14,29%
  • P/f Betri 21,43%
  • P/f Enniberg 8,93%
  • P/f Thor 5,36%
  • Sp/f MEPS 50%

Einasta virksemi í P/F Faroe Seafood 2011 seinastu nógvu árini hevur verið at selt fisk í Frankaríki.

Tá metast skal um, hvørt ein yvirtøka skal fráboðast Kappingareftirlitinum, skal í fyrsta lagi greiða fáast á, um framda transaktiónin er ein samanlegging sambært § 13, stk. 1, nr. 1-2 í kappingarlógini, og í øðrum lagi um markvirðini fyri fráboðanarskyldu eru nádd sambært § 14, stk. 1, nr. 1-2.

Kappingareftirlitið metir, at talan er um eina yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, tí ræðisbroyting fer fram við tað, at P/F Bakkafrost yvirtekur ræðið á P/F Faroe Seafood 2011.

Sambært § 14, stk. 1, nr. 1-2 í kappingarlógini, er ein yvirtøka fevnd av kappingarlógini, um luttakandi fyritøkur (t.e. P/F Bakkafrost og P/F Faroe Seafood 2011) tilsamans hava ein árligan umsetning upp á í minsta lagi 75. mió. kr. í Føroyum, og minst tvær av luttakandi fyritøkunum, hvør sær, hava eina samlaðan árliga umsetning uppá 15. mió. kr. í Føroyum, ella har minst ein av luttakandi fyritøkunum hevur ein árligan umsetning í Føroyum uppá 75. mió. kr., og minst ein av hinum fyritøkunum hevur ein umsetning uppá 75. mió. kr. á heimsstigi.

Í mun til umsetningin, verður hesin landafrøðiliga at staðseta, har keyparin er staðsettur.

Við støðið í teimum upplýsingum, sum latnir eru Kappingareftirlitinum, metir Kappingareftirlitið ikki, at yvirtøkan hjá P/F Bakkafrost av P/F Faroe Seafood 2011 kemur undir fráboðanarskylduna í § 16, stk. 1 í kappingarlógini, tí markvirðini í § 14, stk. 1, nr. 1-2 í kappingarlógini, ikki eru nádd.

Kappingareftirlitið