Yvirtøkan hjá Klaksvíkar Trolarafelag av M/s Stjørnuni v.m. er góðkend
Kappingarráðið hevur á fundi tann 22. mars 2011 góðkent, uttan treytir, at Klaksvíkar Trolarafelag yvirtekur M/s Stjørnuna, M/s Polarhav, og 25% av Sp/f Tavuni.
Norðoyar Íløgufelag, ið er ogn hjá Føroyagrunninum frá 1971, hevur stovnað Klaksvíkar Trolarafelag og eigur allan partapeningin í felagnum.
M/s Stjørnan og M/s Polarhav hava hvør síni tvey fiskiloyvi. Eitt fiskiloyvið til fiskidagar í bólki 2 og eitt fiskiloyvið til gulllaksafiskiskap á ytru landsleiðini.
Lógin um vinnuligan fiskiskap setur hámark fyri hvussu nógv veiðuloyvi kunnu ognast. Hetta hámark liggur niðanfyri tað, sum í kappingarligum høpi vanliga verður mett at geva høvi til at halda, at ein marknaðarráðandi støða verður skapt ella styrkist.
Viðvíkjandi gulllaksafiskiskapi er talan um felagskvotu uttan hámark, men sambært kunngerð nr. 13 frá 18. januar 1993 kunnu einans 6 partrolarar fiska eftir gulllaksi á hvørjum ár. Tað eru ongar ásetingar galdandi fyri miðsavning fyri hetta fiskaslag, og tí er møguleiki fyri monopol líknandi støðu á hesum marknaði. Tó er hesin vandin ikki til staðar við hesi yvirtøku, tí talan er um nýtt felag, sum yvirtekur tey søguligi rættindi, sum hesi skip longu eiga.
Kappingarráðið hevur ikki mett, at møguliga framleiðslan hjá flakavirkjum er viðkomandi fyri nakran føroyskan marknað. Tær fiskavørur, sum hesi virkir tilvirka, hava beina kós til útlendskar marknaðir, og metir Kappingarráðið, at hetta virksemi er óviðkomandi fyri málið.
Kappingarráðið metir tí ikki, at yvirtøkan hjá Klaksvíkar Trolarafelag fer at hindra virknari kapping, við tað at ein marknaðarráðandi støða verður skapt ella styrkist.
Kappingarráðið hevur tí avgjørt at góðkenna, uttan treytir, yvirtøkuna hjá P/f Klaksvíkar Trolarafelag av M/s Stjørnuni, M/s Polarhav og 25% av partapeninginum í Sp/f Tavuni.
Les avgerð her
Kappingareftirlitið