24.08.2009
Vinnukærunevndin hevur avvíst kæru um avgerð hjá Kappingarráðnum
Manningarfeløgini, Føroya Fiskimannafelag, Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, valdu at kæra avgerðina hjá Kappingarráðnum frá 22. mai 2009 um prísásetingina á trygdarskeiðunum hjá Trygdarmiðstøðini.
Vinnuærunevndin avgjørdi á fundi tann 15. juli 2009, at avvísa kæruna hjá manningarfeløgunum.
Les avgerðina hjá Vinnukærunevndini her