Viðmerkingar til kjakið um oljuprísir
Tann 24. juni 2022 almannakunngjørdi Kappingareftirlitið á heimasíðu síni, www.kapping.fo, hagtøl yvir prísgongdina á bensini, diesel og gassolju. Prísgongdin var í hvørjum einstøkum føri samanborin við prísgongdina á Brent ráoljuni. Hetta var gjørt, tí hækkandi oljuprísir vóru alsamt frammi í fjølmiðlunum og Kappingareftirlitið vildi tí leggja tey hagtøl fram sum Kappingareftirlitið sjálvt heintar inn.
Síðani hesa almannakunngerð hevur Kappingareftirlitið staðið fyri skotum. Í hesum skrivi vil Kappingareftirlitið svara teimum atfinningum, sum eru settar fram ímóti stovninum.
Brent ráolja
Tann 25. august 2022 segði Finn Jacobsen, stjóri á Magn, í samrøðu við Kringvarpið, at samanberingar grundarlagið, har samanborið verður við Brent ráolju prísin, var beinleiðis skeivt.
Kappingareftirlitið vil vísa aftur, at samanberingar grundarlagið er skeivt. Tað er heilt vanligt at samanbera prísgongdina á Brent ráoljuni við søluprísin á brennievnum. Brent ráolju prísurin verður tá brúktur sum umboðandi fyri keypsprísin. Sjálvsagt er munur á prísinum á Brent ráoljuni og keypsprísinum hjá oljufeløgunum, tí fyrrnevnda er keypsprísur hjá oljureinsiverkum og seinni er søluprísur hjá oljureinsiverkum. Men søguliga hevur søluprísurin hjá oljureinsiverkum fylgt ráoljuprísinum rættuliga neyvt.
Í talvuni niðanfyri er Brent ráoljuprísurin og keypsprísurin hjá føroysku oljufeløgum av bensin-, diesel og gassolju í tíðarskeiðinum 2015 til 2021.
Hagstova Føroya hevur latið Kappingareftirlitinum upplýsingar um samlaða innflutningin av gassolju, bensin og diesel í nøgd og virði. Við støði í hesum tølum er ein keypsprísur staðfestur.
Sum tað framgongur av talvuni, er tætt samband millum gongdina á keypsprísinum og Brent ráoljuprísinum. Í uttasta raðnum til høgru er sambandið millum ávikavist bensin, diesel og gassolju við Brent ráolju prísin útroknað. Sambandið er positiv og liggur millum 87% og 99%. Tað er sostatt ein greiður samanhangur millum Brent ráoljuprísin og keypsprísin á bensin, diesel og gassolju hjá føroysku oljufeløgunum. Tá Brent ráoljan lækkar í prísi, so lækkað keypsprísirnir hjá oljufeløgunum eisini.
Uppáhaldi um vantandi vinningsføri hjá føroysku oljufeløgum
Í grein frá oljufelagnum EFFO á www.nordlysid.fo og www.vp.fo tann 26. august 2022 verður m.a. víst á, at sølan hjá EFFO var yvir 1 mia. kr. og bert 4% lógu eftir á botnlinjuni. Síðan verður víst til, at tvey donsk feløg hava havt góð ársúrslit.
Tað er torført, at skilja hvat EFFO vil vísa á í hesum sambandi. Kanska metir felagið, at 4% er ov lítið at liggja eftir, tá nú sølan í litrum hevur sett met. Um so er, kann Kappingareftirlitið bara viðmerkja at tað er ein royndur lutur, at fyritøkur, sum ikki eru undir nøkrum kappingarligum trýsti við tíðini gerast ineffektivar. Fyritøkur, sum virka undir virknari kapping, noyðast alla tíðina at hava eitt kappingarført kostnaðarstøði, kappingarført tænastustøði og kappingarførar prísir.
Vil Effo hinvegin vísa á, at vinningurin hjá føroysku feløgunum er væl minni enn hjá donsku feløgunum, so er hetta ikki rætt.
Í sambandi við oljukanningina í 2016 gjørdi grannskoðarafelagið Dansk Revision útrokningar fyri Kappingareftirlitið av ROIC [1] hjá føroysku oljufeløgini og útvald donsk oljufeløg. Kappingareftirlitið hevur biðið Dansk Revision um at dagføra hesar útrokningar.
Tvær rættleiðingar eru gjørdar í ROIC útrokningini. Í fyrsta lagi er goodwill drigið frá miðal íløgukapitalinum. Tað er gjørt sambært tilmæli frá Finansforeningen [2], ið sigur, at um ROIC verður brúkt til at gera samanberingar millum feløg, skal goodwill verða drigið frá miðal íløgukapitalinum. Í øðrum lagi eru rættleiðingar gjørdar fyri tær uppskrivingar, sum feløgini gjørdu í sambandi við lógarbroytingina um skatting av kapitalvinningi. [3]
Niðanfyri sæst ROIC hjá føroysku oljufeløgunum fyri árini 2005 til 2021.
Sum tað framgongur av strikumyndini, so er ROIC hjá føroysku oljufeløgunum fleirfaldað í tíðarskeiðinum. Í 2021 var ROIC 53,4%, sum merkir, at íløgukapitalurin verður endurrindaður yvir tvey ár. Tað eru ikki nógvar vinnugreinar, sum hava eins gott vinningsføri sum føroysku oljufeløgini.
Aswath Damodaran, ið er professari innan fígging á Stern School of Bussiness, hevur síðani fyrst í 90’inum savnað hagtøl frá fyritøkum um allan heim og gjørt útrokningar av millum annað ROIC.[4] Sambært hansara hagtølum, hevur miðal ROIC fyri vinnuna í Evropa hesi árini verið 8,61%. Í talvuni niðanfyri sæst ROIC fyri nakrar sambærligar vinnugreinar:
Vinnugrein | ROIC |
Oil/Gas (Integrated) | 3,68% |
Retail (General) | 13,59% |
Retail (Grocery and Food) | 12,09% |
Utility (General) | 11,23% |
Total Market (without financials) | 11,29% |
Sum framgongur av talvuni er ROIC í hesum vinnum munandi lægri enn hjá føroysku oljufeløgunum. Eitt felag, sum virkar innan smásølu av gerandisvørum og matvørum, skal vænta at brúka meir enn 8 ár uppá at endurrinda sín íløgukapital. Í hagtølunum fyri Evropa, sum fevnir um 20.696 fyritøkur og 96 vinnugreinar, er ongin onnur vinnugrein sum hevur líka høgt ROIC. Hægsta ROIC í evropeisku hagtølunum hjá professaranum er 46% og næsthægsta er 29%.
Dansk Revision hevur eisini dagført ROIC fyri donsku feløgini, sum samanborið varð við í oljukanningini frá 2016.
Í strikumyndini niðanfyri sæst úrslitið av hesi dagføring:
Sum tað framgongur so fall ROIC hjá donsku feløgunum úr 24% í 2010 til 7.1% í 2015. Síðani er ROIC økt fram til 2021, tá tað var 32,1%. Miðal ROIC hjá donsku vinnuni hevur verið 15%, meðan miðal ROIC hjá føroysku vinnuni hevur verið 42% í sama tíðarskeiði.
Í greinini vísir EFFO á, at góðu úrslitini ikki stava frá hægri vinningi, men frá øktari nýtslu í samfelagnum. Tað er greitt, at nýtslan av olju er økt nógv seinastu árini, og er hetta møguliga ein orsøk til høga avkastið. Men tað broytir onki við, at avkøst á 40% og 50% eiga at vera ein innbjóðing til nýggjar fyritøkur um at koma inn á marknaðin. Hetta er ikki hent, hóast føroysku oljufeløgini í áratíggjur hava havt óvanliga høg avkøst. Kappingareftirlitið metir tí, at neyðugt er at betra um atgongdina til hesa vinnu. Til dømis við at áleggja eina samhandilsskyldu í heilsøluliðnum.
Virkin kapping á føroyska marknaðinum fyri brennievni?
Í grein í Dimmalætting tann 16. september 2022 kemur búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum við sínum íkasti til kjakið um prísirnar á brennievni. Í stuttum metir búskaparfrøðingurin, at deildarstjórin í Kappingareftirlitinum hevur tikið ov dýran til og metir sjálvur, at kappingin millum EFFO og Magn er virkin. Niðurstøðan er grundað á eina samanbering millum danskar og føroyskar listaprísir.
Í greinini hjá búskaparfrøðinginum er ein strikumynd, sum vísur gongdina í muninum millum danskar og føroyskar listaprísir á ávikavist bensin, diesel og gassolju. Strikumyndin er uttan eindir, men tað framgongur av strikumyndini, at munurin er alsamt minkaður, og fyri øll brennievnini er nú galdandi, at tey eru vorðin bíligari í Føroyum enn í Danmark.
Fyrst skal sigast, at tað er ikki nakað nýtt, at munurin á føroysku og donskum listaprísum er minkaður seinastu árini. Hetta varð staðfest longu í oljukanningini í 2016.
Tað er tó at taka ov dýran til at siga, at kappingin er virkin á føroyska marknaðinum, einans tí munurin millum danskar og føroyskar prísir minkar. Havast skal í huga, at samanborið verður millum lond og at minkandi munurin kann líka væl stava frá danska marknaðinum, t.d. um kappingin á danska marknaðinum er versnað ella onnur viðurskifti gera seg galdandi.
Í øðrum lagi hevur tað týdning at samanbera teir prísir sum brúkarin í einstaka landinum skal rinda. Í Føroyum rindar vanligi brúkarin listaprísin, men hetta er meira undantakið enn reglan í øðrum marknaðum við virknari kapping. Aðrastaðni er vanligt at hava avsláttarskipanir har brúkarin fær ein avsláttur í mun til nýtslu. Oftani byrjar avslátturin longu frá fyrsta litri av brennievni. Til dømis fáa brúkarar við einum Extra kortið frá Circle K í øllum førum ein avsláttur á 10 oyrur fyri liturin. Avslátturin hækkar upp í 15 oyrur um keyptar verður meir enn 125 litrar tilsamans innanfyri eitt tíðarskeiði á 3 mánaðir. Fer nýtslan upp um 250 litrar í áðurnevnda tíðarskeiði hækkar avslátturin til 20 oyru.
Afturat hesum kemur lokal prískapping. Tað er ikki óvanligt at prísurin í einum lokaløkið er serliga lágur orsaka av herdari lokalari kapping. Í bóklinginum Energistatistik 2019[5] verður á síðu 61 sagt at vanliga vil pumpuprísurin verða meir enn 1 krónu lægri enn listaprísurin orsaka av lokalari kapping.
Kappingareftirlitið hevur í øllum sínum kanningum brúkt EU Oil Bulletin, tí hon er tann mest fullfíggjaða innsavningin av brennievnisprísum í Evropa. Sum skilt hevur búskaparfrøðingurin fingið viðmælt av Magn at brúka prísirnir á heimasíðuni hjá DrivKraft Danmark. Talan er um listaprísir, sum koma frá einum felag á marknaðinum, meðan innsavnanin til EU Oil Bulletin fevnir um 95% av danska marknaðinum.
Kappingareftirlitið hevur kannað hvønn týdning hetta kann hava at keldan er Drivkraft Danmark heldur enn EU OIL Bulletin. Niðanfyri er strikumynd og talva, sum vísa árliga munin í millum keldurnar.
Sum tað framgongur av bæði strikumynd og talvu, er munur millum prísirnar hjá EU Oil Bulletin og tí hjá Drivkraft Danmark. Hetta er væl skilligt, tí almennar avsláttarskipanir eru tiknar við í EU OIL Bulletin og av tí, at innsavningin fevnir um 95% av marknaðinum og allar dagar í vikuni, so sæst lokala kappingini eisini aftur í prísunum hjá EU Oil Bulletin.
Tað framgongur eisini av talvuni, at munurin millum EU Oil Bulletin og Drivkraft Danmark økist. Tað vil siga, at orsaka av kapping førkar pumpuprísurin og listaprísurin seg longri frá hvørjum øðrum.
Niðanfyri sæst munurin millum føroyskar brennievnisprísir og donsku prísirnar sambært EU Oil Bulletin.
Sum tað framgongur, er føroyskt brennievni vorðið lutfalsliga bíligari samanborið við danskt brennievni, men ikki so ógvisliga nógv sum eindarleysa strikumyndin hjá búskaparfrøðinginum bendur á. Í mun til bensin kann sigast, at tann minkingin, sum sæst, liggur framvegis innanfyri tað interval, sum munurin hevur sveiggjað síðani 2009.
Gongdin á prísinum á diesel og gassolju er ikki nakað nýtt. Hetta var eisini staðfest í oljukanningini frá 2016, at prísmunurin millum Danmark og Føroya á diesel og gassolju var minkandi. Men samstundis varð staðfest, at munurin millum Platts, sum keypsprísurin hjá oljufeløgum er grundaður á, og prísirnir á diesel og gassolju var øktur síðani 2009. Í tíðarskeiðinum 2005 til 2009 var munurin 1,18 kr. fyri liturin, meðan hann frá 2009 til 2014 var 1,88 kr. fyri liturin. Munurin á Platts og prísurin á gassolju var fram til 2008 0,68 kr. fyri liturin, meðan frá 2009 og fram til 2014 var munurin 1,25 kr. fyri liturin.
Niðanfyri er talva sum vísir munin á keypsprísinum hjá oljufeløgunum og søluprísin hjá oljufeløgunum. Keypsprísurin er funnin við støði í hagtølum frá Hagstovu Føroya yvir innflutningin av olju.
Sum tað framgongur av talvuni, er prísmunurin á bensini, diesel, gassolju hægri nú enn tað sum var staðfest í oljukanningini frá 2016. Talan er tó um tvey ymisk samanberingar grundarløg. Í oljukanningini frá 2016 var Platts brúkt sum umboðandi fyri føroyskan keypsprís og í talvuni omanfyri er ein keypsprísurin útroknaður við støði í innflutningstølum hjá Hagstovu Føroya.
- ROIC – return on invested kapital / avkast av ílagda íløgukapitalinum
- keyratios.org
- Nr. 164 frá 21. Desember 2001 um skatting av kapitalvinningi
- https://pages.stern.nyu.edu/~adamodar/?_ga=2.9079413.1781166742.1664449694-1597252468.1664449694
- Drivkraft Danmark, Energistatistik 2019