Viðmerkingar til kjak um oljumarknaðin
Í seinastu viku gjørdi útvarpið hjá KVF eina samrøðu við undirritaða, í sambandi við at landsstýri hevur ætlan um at veita teimum sum verða harðast rakt av hækkandi kostnaði fyri upphiting, ein stuðul. Eg greiddi frá, at Kappingareftirlitið onki hevur at viðmerkja til hesa ætlan hjá landsstýrinum. Síðan kom tosið inn á oljuprísir og oljumarknaðin generelt, og kanningarnar hjá Kappingareftirlitinum í 2004 og seinast í 2016. Eg helt tað verða eins áhugavert nú sum tá, at gera vart við tær niðurstøður sum vóru gjørdar í kanningini.
Eitt av endamálunum við slíkum kanningum er at skapa innlit í marknaðir og kanska, vónandi, verða við at fremja størri kapping á marknaðinum til frama fyri føroysku brúkararnar. Tí vilja vit sjálvandi nýta eitt hvørt høvi til at gera vart við okkara kanningar, niðurstøður og tilmæli. Eg kann endurtaka her, at vit meta at duopolstøðan á oljumarknaðinum er til ógagns fyri vanliga føroyingin og føroyska húskið. Eg kann leggja afturat, at tá hetta er støðan so gongur tað út yvir vælferðina hjá føroyingum. - Tá tú skalt gjalda ov nógv fyri oljuna so er minni til aðrar útreiðslur.
Støðan hjá føroyskum skipum og virkjum er munandi øðrvísi. Tey megna at skapa kapping gjøgnum at bjóða veitingarnar út. Vit hava um dagarnar gjørt eina kanning av hvørjir avsláttir verða givnir føroyskum fiskiskipum, og vísir kanningin at vanligt er við einum avsláttri uppá millum 1,25 og 1,29 kr/ltr.
Um føroyska húsarhaldið fylti 1.000 ltr. av gassolju á tangan í dag hevði tað kostað 11.800,00 kr
Um føroyska húsarhaldið hevði fingið veitingina fyri sama prís sum skipini hevði prísurin fyri 1 000 ltr. verið 10.190 kr. Ein sparing uppá 1.610,00 kr.- Tað eru eisini pengar. Ein munur er tó millum veitingar til húski og til skipini. Í nógvum førum eru nøgdirnar sum latnar verða skipunum munandi størri, og kann tað í sjálvum sær verða orsøk til ein avsláttur.
Í sambandi við kjakið sum hevur staðist av úttalilsinum í fjølmiðlunum, hava stjórarnir í oljufeløgunum Effo og Magn víst á at Kappingareftirlitið í sínum samanberingum nýta Brent skrásetingina, og at hetta er púra burturvið. Soleiðis sum orðini fullu, so var tað kanska ikki nóg greitt fyri tann sum ikki er innaliga í evninum, og tað er mín feilur. Um vit høvdu nýtt Brent á tann hátt sum stjórarnir vilja verða við, so hava teir púra rætt. Men tað er ikki so, og er tað týðiliga greitt frá á heimasíðu okkara kapping.fo(les her).
vinarliga
Terje Sigurðsson, deildarstjóri