Víðkað samstarv millum Tryggingarfelagið Føroyar og Betri Pensjón
Tann 9. januar 2008 almannakunngjørdu Tryggingarfelagið Føroyar og systurfelagið Betri Pensjón, at feløgini bæði vóru farin í eitt víðkað samstarv um eina heildarloysn til kundar, har privatkundar kunnu gerast heildarkundar. Ein heildarkundi er ein kundi, sum hevur privata trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og sum rindar í miðal í minsta lagi 1.500 krónur um mánaðin (í minsta lagi 18 tús. krónur árliga) inn til Betri Pensjón í tíðarskeiðnum frá 1. januar til 31. desember. Heildarkundar fáa 20% í avslátturi av øllum privatum tryggingum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum.
Til fyri stuttum vóru LÍV og ávís útlendsk eftirlønartryggingarfeløg mest sum einsamøll á føroyska eftirlønarmarknaðinum. Tó so, føroysku peningastovnarnir hava eisini í eitt tíðarskeið bjóðað føroyingum kapitalpensiónir. Við stovnanini av Betri Pensjón eru spírar lagdir til økta kapping á hesum øki, og tað metir Kappingareftirlitið vera gagnligt fyri brúkaran. Tað er Kappingareftirlitsins fatan, at avsláttarskipanin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er liður í at menna virksemið hjá Betri Pensjón og harvið kappingina á eftirlønarmarknaðinum.
Kappingareftirlitið hevur við støði í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping við seinni broytingum mett um víðkaða samstarvið millum hesi bæði feløgini.
Talan er um, at Tryggingarfelagið Føroyar letur ávísum privatum viðskiftafólkum avsláttur av tryggingar¬gjøldunum av skaðatryggingum, sum eru teknaðar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, um viðkomandi eisini hevur teknað eina trygging hjá Betri Pensjón. Tað vil siga, at talan er um avsláttrar til privatar brúkarar.
Yvirskipað er tað galdandi fyri avsláttar¬skipanir, at um tær eru grundaðar á kostnaðarsparingar hjá fyritøku við ráðandi marknaðar¬støðu, eru hesar skipanir ikki í stríð við ásetingarnar í §11 í kappingarlógini. Avsláttarskipanir, sum hava til endamáls at avmarka atgongdina hjá kappingarneytum til viðskiftafólkini hjá fyritøkuni, kunnu vera misnýtsla av ráðandi støðu smb. §11 í kappingarlógini.
Hóast avsláttrarnir, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur teimum viðskiftafólkum, sum tekna tryggingar hja Betri Pensjón neyvan eru grundaðir á kostnaðarsparingar og bera brá av at kunna vera avbyrgjandi, so er Kappingareftirlitið komið til ta niðurstøðu, at víðkaða samstarvið ikki er brot á §11 í kappingarlógini. Grundgevingin er hon, at tað er ikki ein treyt, at viðskifta¬fólkini skulu keypa allar ella ein stóran part av sínum skaðatryggingum frá Tryggingarfelagnum Føroyar fyri at fáa umtalaða avsláttur. Tað vil siga, at talan er ikki um eina avsláttarskipan, sum avbyrgir kappingarneytar frá at veita tænastur til somu viðskiftafólk.
Kappingareftirlitið 20. mars 2009