27.06.2014

Umsitingargjaldið fyri realkredittlán er ov høgt

Kappingareftirlitið hevur kannað, hví umsitingargjaldið fyri realkreditlán frá BankNordik og Eik Banka hevur verið millum tvær og tríggjar ferðir so høgt sum í Danmark. Orsøkin til, at Kappingareftirlitið hevur samanborið við donsk realkreditlán er, at talan er um realkreditt frá donskum realkredittveitarum, sum verða midla av føroysku bankunum.
Niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum er, at umsitingargjaldið hjá báðum bankunum er ógrundað høgt. Tó eru ávís viðurskifti sum gera, at gjaldið er hægri enn í Danmark. Vantandi kapping á fíggjar-marknaðinum er høvuðsorsøkin til høga umsitingargjaldið.
Síðan BankNordik og Eik Banki fóru at selja veita realkreditlán, er umsitingargjaldið støðugt hækkað og hækkað meiri enn í Danmark. Grundarlagið fyri hækkingunum í Danmark hava verið, at eftirstøður, yvirtøka av ognum og herd kapitalkrøv hava hækka kostnaðin hjá donsku realkredittstovnunum. Somu orsøk hava BankNordik og Eik ikki at vísa á.
Í kanningin verða fleiri viðurskifti kannað, fyri at finna møguligar orsøkir til títtu og stóru hækkingarnar hjá BankNordik og Eik Banka, m.a. um nøkur serlig viðurskifti eru galdandi í Føroyum ella hjá føroysku peningastovnunum, sum gera, at umsitingargjaldið skal vera nógv hægri enn í Danmark.
Kappingareftirlitið hevur eitt nú kannað sethúsamarknaðin í Føroyum, støðuna hjá føroyska húskinum, fíggjarliga førleikan hjá bankunum samanborið við danskar peningastovnar, serligar váðar á føroyska marknaðin og avtalurnar sum BankNordik og Eik Banki hava við donsku samstarvsfelagarnar.
Niðurstøðan er, at nøkur viðurskifti eru øðrvísi hjá føroysku bankunum, sum kunnu grundgeva fyri einum hægri umsitingarjaldi enn í Danmark, men Kappingareftirlitið kann afturavvísa, at tað eru serlig viðurskifti galdandi fyri bankarakstur í Føroyum, ið gera, at umsitingargjaldið er munandi hægri enn í Danmark.
Kappingareftirlitið hevur mett , hvar á leið umsitingargjaldið hevði ligið, um virkin kapping var á føroyska marknaðinum. Metingar hjá Kappingareftirlitinum vísa, at undir virknari kapping vildi umsitingargjaldið ligið millum 1 – 1,3 %. Støðið vildi tá verið millum 0,3 og 0,6 stig omanfyri danskt støði, og ikki 1 stig, sum talan er um ídag.
Her skal leggjast afturat, at meðan umsitingargjaldið hjá einum donskum brúkara fellur, saman við restskuldinir, so skal føroyski brúkarin gjalda sama umsitingargjald uttan mun til restskuldina. Verður t.d. samanborið millum eittn føroyskt og eitt danskta viðsiftafólk, har bæðir skylda 40% av ognarvirðinum, so er munurin á umsitingargjøldini 1,33 stig.
Seinasti parturin í kanningini snýr seg um, hvussu nógv vantandi kappingin á realkreditmarknaðin kostar brúkaranum. Vantandi kappingin kostar føroyska realkredittkundunun og samfelagnum millum 10 og 22 milliónum krónur um árið í meirkostnaði.
Kappingareftirlitið metir, at títtu hækkingarnar hava havt við sær, at fleiri brúkarar halda fast um vanligu bankalánini, hóast hesi eru dýrari og ótryggari. Hetta er óheppin støða fyri brúkaran og samfelagið sum heild, tí rentustøði í dag er søguliga lágt, og kann væntast at hækka fyrr ella seinni.
Kanningin er gjørd í samstarvi við bankarnar, sum so hvørt hava havt høvi at gera viðmerkingar. Í hesum sambandi hava bankarnir víst á, at ávísar upplýsingar í frágreiðingini ikki kunna almannakunngerast, tí talan er um handilsloynidómar. Kappingareftirlitið er ikki samt í hesum, og hevur tí tikið avgerð um, at allar upplýsingar, ið Kappingareftirlitið hevur fingið til vega skulu vera í almennu frágreiðingini. Henda avgerð er fráboðað bankunum, sum hava 4 vikur til at kæra avgerðina til Vinnukærunevndina fyri kappingarmál.
Av somu orsøk eru ávísar upplýsingar í almannakunngjørdu frágreiðingini loyndar í dag.

Kanningin kann lesast her

 
Møguligir spurningar kunnu setast undirritaða.

Terje Sigurdsson
deildarstjóri

terjes@kapping.fo
Tel: +298 35 60 40
Direct: +298 35 60 41
Mob.: +298 55 60 41