01.04.2011

Semja millum FT Net og Kappingarráðið um prísir og treytir fyri VPN sambond

FT Net og Kappingarráðið eru komin ásamt um broytingar í prísum og treytum fyri VPN sambond. Hetta er tænasta, sum loyvir virkjum og stovnum at hava eitt trygt felags internetkervi.

FT Net hevur veitt Kappingarráðnum tilsøgn um at vilja halda seg til semjuna, og Kappingarráðið gjørdi hesa tilsøgn bindandi á fundi í Kappingarráðnum hin 22. mars.

Semjan er í stuttum, at FT Net lækkar prísir fyri hesar tænastur munandi og mennir eina nýggja loysn, sum vil betra um møguleikan og lækka um prísin hjá kundum at skifta millum veitarar.

Kappingarráðið metir broytingarnar, ið partarnir eru komnir ásamt um, vera munagóðar og til stóran bata fyri bæði kundar hjá FT Net og fyri kappingina á hesum marknaði.

Les avgerðina her