23.03.2010
Rætting
Í avgerðarskrivinum um samanleggingina millum Nema og Dimmalætting samtøkurnar er ein lítil feilur í einum diagrammi, sum vísur hvussu nógv Dimmalætting eigur í ymiskum feløgum.
Av misgávum stóð at Dimmalætting átti 100 % av Prentmiðstøðini. Hetta er ikki rætt. Dimmalætting eigur 66 % av Prentmiðstøðini, meðan Sosialurin eigur 34 %.
Endamáli við diagramminum var at lýsa luttakandi fyritøkurnar í samanleggingini, so talan er um ein upplýsing, sum ikki hevur havt týdning fyri niðurstøðurnar í málinum.