15.04.2008

Ráðstevna um Kappingarlógina

Mikudagin 28. apríl verður ráðstevna um nýggju Kappingarlógina. Umframt eina generella gjøgnumgongd av lógini, verður serliga dentur lagdur á samanleggingar, misnýtslu av ráðandi støðu og avtalur. Eisini verður komið inn á, hvørji amboð Kappingarráðið hevur til taks fyri at tryggja ásetingarnar í lógini.

Ráðstevnan er fyrst og fremst ætlað teimum sum dagliga ráðgeva fyritøkum, so sum advokatar, grannskoðarar og fíggjarráðgevarar.

Tiltakið verður framt í samstarvi við Advokatfelag Føroya og Felagið fyri Løggildar Grannskoðarar.

Fyrilestrarhaldarar vera Jens Fejø, professari, dr. jur, Niels Rytter, kappingarráðgevi, Sigurd Rasmussen, fulltrúi á Kappingareftirlitinum og Terji Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.

Ráðstevnan verður hildin á Hotel Hafnia, mánadagin 28. apríl 2008, frá kl. 13.30 til 16.15.

Seinasta freist at melda seg er mikudagin 23. apríl. Kostnaður er kr. 1.000.

Teldmelding fer fram um teldupostin Sigurdr@kapping.fo