09.10.2024

Ráðstevna um kapping

Endurgjald, kartelvirsemi, missnýtsla av ráðandi støðu, Meta-dómurin og marknaðargreining í Evropa, vóru høvuðsevni á ráðstevnu, sum Kappingareftirlitið hevur skipað fyri.

Ráðstevnur eru eitt amboð hjá Kappingareftirlitinum at kunna um kapping og gongdir í Føroyum og aðrastaðni í kappingarheiminum.

Kappingareftirlitið skipaði 19. sep 2024 fyri ráðstevnu um kapping á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum setti ráðstevnuna, ið kann síggjast við at trýsta her. Høvuðsevnini, sum vóru umrødd á ráðstevnuni, vóru endurgjaldskrøv innan kappingarmál, kartelvirksemi og missnýtsla av ráðandi marknaðarstøðu og Meta-dómurin (ein sak ímótur felagnum ið eigur facebook), sum hevur stóran týdning fyri verju av persónsdata í heiminum. Til síðst var eisini ein røða um tólið at greina marknaðirnar í Evropa. Eitt slíkt marknaðargreiningartól er eisini komið til Føroyar í nýggju kappingarlógini, sum eitt nýtt amboð Kappingareftirlitið kann nýta til at loysa ymsar trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp í marknaðinum í Føroyum.

Umboð fyri vinnuna, politisku skipanina og undirvísarar og lesandi á Fróðskaparsetrinum vóru við á ráðstevnuni.

Fýra serfrøðingar hildu fyrilestrar um ymiskar spurningar innan kapping og kappingarlóg.

Fyrilesturin hjá Dr. Cento Veljanovski var um endurgjaldskrøv innan kappingarmál og um avbjóðingarnar á hesum økinum, sum skjótt kunnu blíva til stór fløkjaslig mál við risa stórum upphæddum. Fyrilesturin hjá honum er at finna við at trýsta á her.


Dr. Cento Veljanovski er doktari í búskapi og stovnaði Case Associates í 1995, sum eru millum mest viðurkendu ráðgevarar innan búskaparlig og kappingar viðurskiftir í Evropa, serliga innan endurgjald. Hann hevur eisini skrivað fleiri týðandi bøkur innan økonomi og lóg, millum annað ‘Cartel Damages: Principles, Measurement and Economics’ og ‘Economic Principles of Law’.

Christian Bergqvist viðgjørdi, hví fyritøkur fremja brot á kappingarlóggávu, sjálvt tá tað ofta ikki er ætlanin. Hann nevndi bæði kartelbrot og misnýtslu av ráðandi støðu og týdningin av regluvarni á økinum. Hann kemur inná at fyritøkur kunnu lætt fyribyrgja at man av misgáum brýtur kappingarlógina. Hettar kann gerast við at fyritøkan er varin og hevur greiða mannagongd um samskiftið, sum kann vera so einfalt sum at siga nei tá man ivast um ein fundur við ein kappingarneyta er hóskandi. Fyrilesturin hjá honum er at finna her.


Christian Bergqvist er professari í løgfrøði og granskari á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn. Hann hevur serligt innlit í gransking av ES-kappingarrætti við fokus á lógarmonopol innan fjarskifti, orku og post. Christian Bergqvist hevur eisini serkunnleika í misnýtslu av ráðandi støðu innan somu vinnur. Hann hevur millum annað skriva bókina ‘Konkurrenceretten’, umframt aðrar týðandi bøkur sum t.d. ‘Teleretten’.

Jens Fejø hevði fyrilestur um Meta-dómin (Fyritøkan sum eigur Facebook, Instagram v.m.) har innsavning og nýtsla av data hjá Meta var í andsøgn við ES rætt. Ein trupulleiki í hesum samanhangi er at regulering í Amerika ikki er líka hørð ímótur Meta og slíkum fyritøkum, sum skapar iva yvir framtíðina innan databrúk. Framløgan fer inná hvønn týdning hesin dómurin fer at hava fyri kappingarmyndugleikar í heiminum. Fyrilesturin kann síggjast við at trýsta á her.


Jens Fejø er professari í løgfrøði á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, har hann hevur granskað í amerikanskum og evropeiskum monopol- og kappingarrætti og eisini í útboðsrætti í ES og Danmark. Hann hevur havt týðandi sessir innan kappingar øki í Danmark, millum annað í Konkurrenceklagenævnet og Energiklagenævnet. Jens Fejø er eisini høvundur av bókunum ‘EU-konkurrenceret – almindelig del’ og ‘EU’s udbudsregler: Implementering og håndhævelse i Norden’.

Fjórðu framløguna helt Martin Peitz, professari, og hettar var um marknaðargreiningaramboðið í evropeiskari kappingarlóggávu. Hettar var ein týðandi fyrilestur, ið gav innlit í eitt marknaðargreiningaramboð líkt amboðinum sum er komi í Føroyum eftir seinastu broytingarnar í Kappingarlógini. Áhugavert við hesum amboðinum er at hettar kann nýtast at loysa trupulleikar á marknaðum, sjálvt um einki brot á kappingarlógina er framt.  Framløgan er tøk at síggja her.


Martin Peitz er professari í búskapi á fróðskaparsetrinum í Mannheim Týsklandi, har hann eisini er stjóri á Mannheim Center for Competition & Innovation, sum er ein granskingarstovnur fyri Fróðskaparsetrið í lóg- og búskaparinnovatión. Eisini er Peitz limur í arbeiðsbólkinum ‘Competition Economics’ hjá týska kappingarmyndugleikanum, har hann hevur granskað í talgildum marknaðum, regulering og kapping. Hann hevur ritstjórnað fleiri bøkur um búskap, millum annað ‘Market Investigations – A New Competition Tool for Europe’.