02.02.2012

Ráðstevna um fjarskiftismarknaðin

Í ár verða 15 ár síðani vit fingu fjarskiftislógina, og politisk stig vóru tikin til at liberalisera fjarskiftismarknaðin í Føroyum. Breið semja er helst um, at hetta var eitt rætt stig at taka. Menningin hevur hetta tíðarskeiðið tikið risafet. Tekin eru tó um stagnatión á marknaðinum, og er tí neyðugt at endurskoða viðurskiftini, fyri at tryggja eina framhaldandi menning av fjarskiftismarknaðinum.
Landsstýrið hevur avgjørt at endurskoðað fjarskiftispolitikkin. Tí hava Fjarskiftiseftirlitið og Kappingareftirlitið, saman við størstu veitarunum á føroyska fjarskiftismarknaðinum, tikið stig til at skipa fyri eini ráðstevnu fyri innbodnum um fjarskiftismarknaðin.
Ætlanin er at taka saman um tíðina við fjarskiftislógini, men serligur dentur skal leggjast á, at lýsa hvussu framtíðar fjarskiftismarknaðurin fer at síggja út í alheims høpi og her heima. Hetta skuldi helst verið ein hjálp til at tikið tær røttu avgerðirnar, soleiðis at framhaldandi menning verður til frama fyri samfelag og borgarar.

Leinkja til skránna fyri dagin er her