08.07.2016

Prísurin á brennievnum í Føroyum er høgur samanborið við onnur oyggjasamfeløg

Kappingareftirlitið hevur samanborið brennievnisprísir í fleiri oyggjasamfeløgum og samanberingin vísir at føroysku prísirnir eru høgir.

Eitt av hesum oyggjasamfeløgum sum hevur lægri brennievnisprísir enn Føroyar eru Ytru Hebridur, ið liggja vestan fyri skotska meginlandið. Tað búgva 27.400 fólk á Ytru Hebridum, og búseting er á 15 oyggjum. Samanborið við Føroyar, so er ikki í sama mun landfast millum oyggjarnar. Mest vanliga sambandi millum oyggjarnar er ferjusamband, men millum Norður Usit, Benbecula og Suður Uist eru byrgingar.

Størsti býurin, Stornoway, liggur á oynni Lewis and Harris. Tað búgva áleið 20.000 fólk á oynni og 9.000 fólk í Stornoway. Oljugoymslan liggur í Stornoway, og her er tann avmarking at tangaskipið, sum verður brúkt á hesum leiðum, lastar bara 3.500 tons, til samanberingar lasta skipini sum koma til Føroyar tvífalda so nógv tons.

Samlaða nýtslan av brennievnum á Ytru Hebridum var 29.500 tons í 2014, umframt 2.500 tons av gassi til upphiting. Til samanberingar var føroyska nýtslan í 2014 áleið 140.600 tons.

Niðanfyri er samanbering millum prísirnar á bensini og diesel í Føroyum og Ytru Hebridum. Prísirnir frá Ytru Hebridum koma frá heimasíðuni hjá Camhairle Nan Eilan Siar, sum er kommunustýri fyri hesar oyggjar.

Sum tað framgongur av samanberingunum, so er søluprísurin á bensini og diesel á Ytru Hebridum hægri enn í Føroyum, men hetta kemur av at almennu avgjøldini eru munandi hægri í Stóra Bretlandi. Verða avgjøldini drigin frá, so eru prísirnir á bensini og diesel á Ytru Hebridum munandi lægri enn í Føroyum. Munurin er ávikavist 68 oyru fyri bensin og 33 oyri fyri diesel.

Kappingareftirlitið hevur brúkt ein miðalprís fyri Ytru Hebridum í samanberingini omanfyri, varð hinvegin samanborið við Stornoway var munurin áleið 1 krónu fyri liturin.

Tað skal tó viðmerkjast at tað eru støð á Ytru Hebridum har føroysku oljufeløgini høvdu verið kappingarfør. Tak til dømis býin Castlebay á oynni Barra, har 1.174 fólk búgva. Har er bensini bert 9 oyru bíligari enn í Føroyum, meðan diesel er 29 oyru dýrari. Her skal tó leggjast afturat, at talan er um eina oyggj sum bert hevur ferjusamband og ein lítlan flogvøll sum er opin tá ið fjøra er. Ongin oljugoymsla er á oynni, so brennievni kemur við tangabilum til oynna.

Tað er undrunarvert at eitt land sum Føroyar við tvífalt so nógvum íbúgvum, eini oljunýtslu sum er fleiri ferðir teirri hjá Ytru Hebridum, munandi betri havnarviðurskiftum og landfast millum flestu oyggjar, ikki megnar at veita sínum borgarum brennievni sum er bíligari enn á Ytru Hebridum.

 

Kappingareftirlitið