19.07.2016

Prísurin á brennievnum í Føroyum er høgur samanborið við Isle of Man

Kappingareftirlitið hevur samanborið brennievnisprísir í fleiri oyggjasamfeløgum, og samanberingin vísir at føroysku prísirnir eru høgir.  

Eitt av hesum oyggjasamfeløgunum er Isle of Man, ið liggur í Írska havinum. Tað búgva 85.500 fólk á Isle of Man og 28.000 fólk búgva í Douglas, sum er størsti býur á oynni.

Isle of Man hevur ein avmarking í hvussu stór tangaskip kunna leggja til á oynni. Størsta havnin tekur tangaskip sum rúma 3.500 tons. Hetta er væl minni enn tey tangaskipa sum koma til Føroyar.

Hóast fólkatalið á Isle of Man er nær um tvær ferðir so stórt sum fólkatalið í Føroyum, so er árliga oljunýtslan munandi lægri. Í 2014 var samlaða oljunýtslan á Isle of Man 76.300 tons, meðan føroyska nýtslan var 140.000 tons. Føroyska nýtslan var nær um tvær ferðir so stór sum á Isle of Man.

Niðanfyri eru samanberingar millum prísirnar á bensini og diesel í Føroyum og Isle of Man. Prísirnir frá Isle of Man eru  frá heimasíðuni hjá Office of Fair Trading á Isle of Man. Prísirnir eru frá 20 mai. 2016 og eru staðfestir pumpuprísir.

Sum tað framgongur av samanberingunum, so er søluprísurin á bensini og diesel á Isle of Man hægri enn í Føroyum, men orsøkin er at almennu avgjøldini eru væl hægri í Stóra Bretlandi. Verða avgjøldini drigin frá, so eru prísirnir á bensini og diesel á Isle of Man munandi lægri enn í Føroyum. Munurin er ávikavist 90 oyru fyri bensin og 85 oyri fyri diesel.

Frástøðan til reinsiverkið sum er næst Føroyum, er longri enn frástøðan til reinsiverkið sum er næst Isle of Man. Her skal tó havast í huga, at flutningskostnaðurin til Føroyar er bert 10 oyru fyri liturin av brennievni. Somuleiðis skal havast í huga, at tangaskipini sum leggja at í Føroyum eru væl størri enn tey sum leggja at á Isle of Man. Oljufeløgini hava víst á, at tangaskipini sum koma til Føroyar lasta minni enn tey tangaskip sum flyta brennievni til okkara grannalond. Hetta skal vera ein orsøk til høgu prísirnir á brennievni í Føroyum.  Tá nú tangaskipini sum leggja at á Isle of Man eru væl minni enn tey sum leggja at í Føroyum, so er óvist um flutningurin til Isle of Man veruliga er bíligari enn flutningurin til Føroyar.

Oljufeløgini hava funnist at Kappingareftirlitinum fyri, at samanbera prísir í Føroyum við prísir í norðurlendsku londunum. Sagt verður at hesir marknaðir eru munandi størri enn føroyski marknaðurin, og tí noyðast brennievni at vera dýrari í Føroyum.

Samanberingarnar við Isle of Man og Ytru Hebridur vísa hinvegin, at prísurin á bensin og diesel í Føroyum er áleið 1 krónu hægri enn í hesum oyggjasamfeløgum. Tað áhugaverda við hesi staðfesting er, at árliga nýtslan av brennievnum á Isle of Man og á Ytru Hebridum er væl lægri enn í Føroyum.  

 

 

Kappingareftirlitið