20.03.2013

Prískanning

Príssamanbering millum handlar í Danmark og Føroyum í mars 2013

Í sambandi við lýsingarátak hjá danskari handilsketu, er gjørd ein prískanning í tveimum handlum, sum kappast á marknaðinum fyri gerandisvørur. Keyptar eru 35 ymiskar gerandisvørur, tær somu í handlunum báðum, Fakta og Netto.
Samlaði prísurin gjørdist hjá tí lægra 498,20 og hjá tí hægra 528,25.
Miðalprísurin fyri bæði donsku innkeypini gjørdist 513,48.
Kappingareftirlitið hevur í vikuni gjørt eina kanning av prísum í trimun stórum handlum í Tórshavn, Bónus, FK Hoyvík og Á handilin við Sundsvegin, har vit hava keypa tær somu vørurnar sum í donsku kanningini.
Lægsti prísurin varð 714,68, síðan 726,45 og hægsti 785,67.
Fyrivarni skal takast fyri, at ikki var gjørligt at fáa allar tær vørur sum eru í dansku kanningini. T.d. fekst ikki vistfrøðiligt oksakjøt og vistfrøðilig mjólk í føroysku handlunum og eindirnar vóru í summum førum ymiskar. Í einstakum føri har ein handil ikki hevði eina vøru í teirra úrvali, hava vit tikið tann lægra prísin hjá hinum ístaðin.
Miðalprísurin fyri innkeypini í Tórshavn gjørdist 742,26.
Miðal prísmunurin millum keypini í Danmark og í Føroyum gjørdist 228,78.
Sostatt er úrslitið sambært hesi kanningini, at prísirnir í Føroyum eru útvið 31% hægri enn í Danmark.

Gerast skal vart við, at vit ikki hava tikið atlit til serlig føroysk avgjøld.

Prísmunurin millum føroysku handlarnir er munandi - útvið 10%. Føroyski brúkarin eigur tí at hyggja seg væl um.


Kappingareftirlitið 20. mars 2013
Terje Sigurðsson, deildarstjóri