17.03.2008
Nýggjar kunngerðir
Landstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, hevur við heimild í Kappingarlógini sett 4 kunngerðir í gildi galdandi frá 15. mars 2008.
Kunngerðirnar eru
- Kunngerð nr. 8 frá 13. mars 2008 um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið
- Kunngerð nr. 7 frá 13. mars 2008 um virksemið hjá Kappingareftirlitinum
- Kunngerð nr. 10 frá 11. mars 2008 um avtalur v.m. innan somu fyritøku ella samtak
- Kunngerð nr. 9 frá 11. mars 2008 um útrokning av umsetningi í Kappingarlógini
Hesar ásetingar hava við sær, at fylgjandi kunngerðir verða settar úr gildi:
- Kunngerð nr. 141 frá 19 september 1997 um Kappingarráðið
- Reglugerð frá 17. februar 1998 um skrivstovuhald hjá Kappingarráðnum
- Reglugerð frá 15. juni 1999 um fráboðan av avtalum og viðtøkum
- Reglur frá 14. november 2001 fyri virksemi hjá Kappingarskrivstovuni