10.11.2010

Norðurlendsku kappingarmyndugleikarnir latið frágreiðing um burðardyggan vøkstur av hondum

Á árligum fundi hjá norðurlendsku kappingarmyndugleikunum, ið varð hildin í Føroyum í marts 2010, vórðu avbjóðingarnar í sambandi økt fokus á burðadygga menning til umrøðu. Hetta tí, at so hvørt sum norðurlendsku stjórnirnar seta í verk lóggávu til at stimbra ein grønan búskap, so er neyðugt at tryggja, at lóggáva og fyriskipanir til frama fyri burðadyggari menning ikki hevur óheppin árin á kappingina.
 
Í tí sambandi varð frágreiðingin Competition Policy and Green Growth fyri kortum latin úr hondum. Frágreiðing viðger samspælið millum kappingaratlit og menningina av einum grønum búskapi, og lýsir ymsu hættirnar, ið kappingarmyndugleikar kunnu nýta til at økja um samfelagsgagnið av hesi menning. Kanska mest týðandi niðurstøðan í frágreiðingini er, at kappingarmyndugleikar eiga at hava ein virknan leiklut í tilgongdini til at menna ein burðadyggan búskap á munabesta hátt.
 
Kapping ber við sær øktan búskaparligan effektivitet og økir harvið um vælferðina hjá brúkarum og samfelagnum sum heild. Kapping økir um produktivitetin í einum búskapi við at tryggja, at bert tær mest effektivu og nýskapandi fyritøkurnar eru á marknaðinum, og kapping hevur tískil búskaparligan vøkstur við sær.

Flestu norðanlond eru nú í eini tilgongd har áherðsla er á at menna ein meira burðadyggan búskaparvøkstur og at stimbra umhvørvisvinaliga tøkni. Reglugerðir og fyriskipanir til frama fyri burðadygni kunnu tó hava neiliga ávirkan kappingina, og kann hetta tískil økja um samfelagsliga kostnaðin av at menna ein burðadyggan búskap. Tí er umráðandi, at kappingarmyndugleikar taka virknan lut í hesi tilgongd, m.a. við at vísa á møgulig neilig árin, ið ætlaðar reglugerðir og fyriskipanir kunna hava á kappingina, ella við at mæla til loysnir, sum bæði stimbra kapping og burðadygni.

Frágreiðingin er evnað til í tøttum samstarvi millum norðurlendsku kappingarmyndugleikarnar, og kann takast niður her.