18.11.2010

Negativ-váttan latin Heilsumálaráðnum

Avtala millum Heilsumálaráðið og Atlantic Airways um Corporate Implant er ikki fevnd av forboðnum í §6, stk. 1 og tí hevur Kappingareftirlitið veitt Heilsumálaráðnum eina negativ-váttan.

Ein negativ-váttan merkir at Kappingareftirlitið ikki metir, at ein avtala avmarkar kappingina, og tí er ikki orsøk til at geva boð um at broyta ella strika eina avtalu ella at broyta ella strika ásetingar í avtalu.

Kappingareftirlitið metti ikki, at avtalan avmarkar verandi kapping grunda á, at tíðarskeiði, ið avtalan fevnir um, er stutt, og tí at eftir gomlu skipanini var ikki verulig virkin kapping um hesar bíleggingar.
 
Avtalan førir við sær at avgreiðslugjaldið fyri hvønn ferðaseðil minkar úr 225 kr. til 96 kr., og er tí talan um eina munandi sparing hjá Heilsumálaráðnum. Samanumtikið er talan um at sambærilig tænasta verður veitt munandi bíligari og tí er talan um munadyggari samfelagsliga tilfeingisnýtslu.

Kappingareftirlitið