
Matvøruprísir í Føroyum
Ongar greiðar ábendingar eru um, at føroyskar smásølur og heilsølur hava gjørt sær dælt av teimum stóru príshækkingunum, sum hava verið á matvørum
Kappingareftirlitið arbeiðir við eini stórari kanning av marknaðinum fyri húsarhaldsvørum í Føroyum, og í hesum sambandi hevur eftirlitið gjørt av at geva eina grein út, sum er ein innleiðandi lýsing av almennu hagtølunum viðvíkjandi matvørumarknaðinum.
Prísvøkstur er kannaður í teimum londum, haðani vørurnar, sum verða seldar í Føroyum, stava, og staðfest verður, at prísvøksturin hevur verið umleið tann sami ella størri í hesum londunum.
Innflutningsprísurin av matvørum til Føroya er eisini vaksin munandi.
Tí metir Kappingareftirlitið, at ábendingar eru um, at bróðurparturin av prísvøkstrinum verður lagdur á vøruna, áðrenn hon kemur til Føroya.
Kappingareftirlitið vísir eisini á, at vøksturin í tøku inntøkuni hjá føroyingum hevur verið størri enn príshækkingarnar á matvørum síðani 2009, men at príshækkingarnar seinastu sløku trý árini hava tikið stóran part av hesum inntøkuvøkstri aftur.
Príshækkingarnar í seinastuni hava verið so stórar, at tað ikki er løgið, at brúkarar eru vorðnir ørkymlaðir.
Hagtølini vísa somuleiðis, at nýtslumynstrið hjá føroyingum er broytt seinastu árini. Brúkarin er farin at keypa størri mongdir av matvørum, dýrari góðsku ella eitt bland av báðum. Hetta mynstrið vant upp á seg í 2015 og minkaði so aftur í 2022, men framvegis er nýtslumynstrið ikki tað, sum tað var áðrenn 2015.
Kappingareftirlitið hevur hugt at lyklatølum fyri vinnugreinarnar fyri smásølu og heilsølu av matvørum. Her metir Kappingareftirlitið, at ongar greiðar ábendingar eru um, at føroyskar smásølur og heilsølur hava gjørt sær dælt av teimum stóru príshækkingum, sum hava verið, og at prísvøksturin heldur stavar frá teimum príshækkingum, sum hava verið og eru uttanlands.
Les greinina her
Nærri upplýsingar: Bjarni Dal-Christiansen, búskaparfrøðingur, telefon 556047, ella
Terje Sigurðsson, deildarstjóri, telefon 556041.