12.06.2017

Loðsbátatænastuvirksemi á Fuglafirði

Tann 9. desember 2016, fekk Kappingareftirlitið kunning um viðurskifti í sambandi við loðsbátatænastuvirksemi á Fuglafirði, ið møguliga vóru í stríð við áseting í kappingarlógini. Viðurskiftini, ið talan var um, vóru, at Fuglafjarðar kommuna á býráðsfundi, tann 27. november 2014, hevði avgjørt, at egin loðsbátatænastutilbúgving skuldi verða fyrsta val á Fuglafirði.

Eftir at hava viðgjørt málið, kom Kappingareftirlitið til ta niðurstøðu, at Fuglafjarðar kommuna, við at geva framíhjárættindini til egna loðsbátatænastutilbúgving, og harvið avmarka møguleikarnar hjá øðrum veitarum at virka á Fuglafirði, fremur brot á § 12 í kappingarlógini.

Í hesum sambandi, varð uppskot til avgerð sent Fuglafjarðar kommunu til hoyringar. Tann 11. mai 2017, fekk Kappingareftirlitið hoyringssvar frá Fuglafjarðar kommunu, har kommunan boðaði frá, at hon á eykabýráðsfundi, tann 10. mai 2017, hevði avgjørt at taka niðurstøðuna hjá Kappingareftirlitinum til eftirtektar og ógilda býráðssamtyktina frá 27. november 2014.

Avgerð býráðsins um at ógilda býráðssamtyktina frá 27. november 2014, varð kunnað havnastjóranum í Fuglafjarðar havn, tann 6. juni 2017.

Avgerðin hjá Fuglafjarðar kommunu merkir, at verandi kappingaravlaging virksemi heldur uppat, og at loðsbátatænastufeløg, ið halda fyrisett krøv í loðslógini og kunngerðum hennara, framyvir kunnu kappast á jøvnum føti á Fuglafirði.

Kappingareftirlitið hevur í hesum sambandi avgjørt at niðurleggja málið.

Sí avgerð send Fuglafjarðar kommunu

Sí kunning send havnastjóranum í Fuglafjarðar havn um avgerð býráðsins

Sí fyrispurning um skjalprógv sendur Fuglafjarðar kommunu

Sí svarskriv frá Fuglafjarðar kommunu

Sí uppskot til avgerð sent Fuglafjarðar kommunu

Sí fyrispurning til landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálaráðnum