19.01.2011

Kappingarráðið letur Fiskimálaráðnum staðiliga átalu fyri framferðina í málinum um Trygdarmiðstøðina

Kappingarráðið hevur tann 19. januar sent Fiskimálaráðnum átalu fyri framferðina í málinum um Trygdarmiðstøðina. Ritið vísir aftur uppáhaldum hjá Fiskimálaráðnum um vantandi lógarheimild hjá Kappingarráðnum í hesum máli, og staðfestir at Fiskimálaráðið ikki hevur fylgt tilsøgnini, sum Kappingarráðið gjørdi bindandi tann 22. mei 2009.

Eingin nøktandi lógarheimild hevur verið fyri, at ein almennur stovnur á hendan skaðiliga hátt leggur seg út í kappingina á privata marknaðinum. Fiskimálaráðið hevur heldur ikki veitt Kappingareftirlitinum nøktandi skjalprógv fyri, at prísurin á trygdarskeiðum hjá Trygdarmiðstøðini dekkar allar beinleiðis og óbeinleiðis kostnaðir í samband við skeiðini. Útrokningar hjá Kappingareftirlitinum vísa, at skeiðini eru seld til undir kostprís, og hevur hetta harvið skeiklað kappingina á marknaðinum og verið í beinleiðis stríð við vinnupolitikk landsins.

Kappingarráðið vísir tó á, at í viðmerkingunum til játtanina hjá Trygdarmiðstøðini í fíggarlógina 2011 hevur Fiskimálaráðið tryggjað stovninum loyvi at selja trygdarskeið til kostnað undir marknaðarprís. Við tað at løgtingið hevur samtykt fíggjarlógini við hesum viðmerkingunum, so hevur løgtingið veitt lógarheimild fyri kappingaravlaging, og Kappingarráðið kann tískil ikki gera meir við málið. Kappingarráðið fer tó at senda frágreiðing til landsstýrismannin í Mentamálum, ið nú varðar av Trygdarmiðstøðini, har víst verður á, at skaðiliga kappingaravlaging framhaldandi verður framd.

Les skrivið til Fiskimálaráðið her
 
Meira fæst at vita um málið við at venda sær til Pól E. Egholm, fulltrúa á Kappingareftirlitinum, á telefon 556042 ella á t-post pe@kapping.fo.