27.04.2010
Kappingarráðið hevur tann 20. apríl góðkent, at P/f Poul Michelsen yvirtekur P/f Skimma
Kappingarráðið hevur tann 20. apríl 2010 góðkent, at P/f Poul Michelsen kann yvirtaka P/f Skimma. Avgerðin er grundað á, at yvirtøkan ikki førir við sær, at kappingin verður hindrað á viðkomandi ella atliggjandi marknaði.
Yvirtøkan førir ikki við sær størri miðsavning á teimum marknaðum, sum P/f Poul Michelsen samtøkan er virkin á. Somuleiðis førir yvirtøkan ikki við sær størri miðsavning á tí marknaði, sum P/f Skimma er virkin á.
Kappingareftirlitið