21.10.2010

Kappingarráðið hevur sent Fiskimálaráðnum skriv um vikuliga sekt

Kappingarráðið hevur sent Fiskimálaráðnum skriv um vikuliga sekt fyri ikki at veita nøktandi skjalprógv sambært avgerð frá 19. mai 2009.
Kappingarráðið hevur á fundi tann 7. oktober 2010 tikið avgerð um at senda Fiskimálaráðnum eina áheitan um at útflýggja Kappingareftirlitinum skjalprógv fyri, at prísurin á trygdarskeiðum dekkar allan beinleiðis og óbeinleiðis kostnað. Fær Kappingareftirlitið ikki hesi skjøl innan ásettu freistina, verður vikulig sekt áløgd Fiskimálaráðnum.
Málið snýr seg í stuttum um, at alment fíggjaða Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hevði ein kostnað fyri trygdarskeið, ið Kappingarráðið metti vera langt undir framleiðslukostnaðin fyri hesi tænastu. Trygdarmiðstøðin var í kapping við privatan veitara, ið hevði klagað málið til Kappingareftirlitið.
Í viðgerðini av málinum veitti Fiskimálaráðið tilsøgn um at fáa hækkað prísin so at samsvar var við framleiðslukostnaðin. Trygdarmiðstøðin hækkaði hareftir prísin á trygdarskeiðum, men Fiskimálaráðið hevur enn ikki skjalprógvað fyri Kappingareftirlitinum, at nýggi prísurin dekkar allan beinleiðis og óbeinleiðis kostnaðin fyri at veita hesa tænastu.
Kappingareftirlitið hevur fleiri ferðir til fánýtis biðið Fiskimálaráðið um áðurnevndu skjalprógv. Tað er sera álvarsligt, at eitt aðalráð ikki tekur við avgerðum Kappingarráðsins og kann ikki góðtakast. Tí hevur Kappingarráðið avgjørt at kunna Løgmann um málið.
Kappingarráðið hevur avgjørt, at um Fiskimálaráðið ikki innan 8. november 2010 hevur útflýggjað áðurnevndu skjalprógv, verður vikulig sekt áløgd fyrstu ferð tann 11. november og síðan hvørja eftirfylgjandi viku.

Kappingareftirlitið