01.04.2011

Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna hjá Faroe Link Maritime av ávísum ognum hjá Faroe Seafood

Kappingarráðið hevur á fundi tann 22. mars 2011 góðkent yvirtøkuna hjá P/f Faroe Link Maritime av 6 partrølarum og fýra flakavirkjum.

P/f Faroe Maritime er nýstovnað felag hjá P/f Varðin, Sp/f Framherji, Samherji hf. og P/f Bacalao.  

Ognirnar, sum talan er um, eru:

     1. Fiskavirkið Lynfrost í Runavík
     2. Fiskavirkið Nykur á Toftum
     3. Fiskavirkið í Vestmanna
     4. Fiskavirkið í Vági
     5. M/S Stelkur
     6. M/S Bakur
     7. M/S Heykur
     8. M/S Falkur
     9. M/S Rókur
   10. M/S Lerkur

Kappingarráðið metir ikki, at yvirtøkan av ognunum førir við sær. at virkna kappingin verður hindrað, við tað at ein marknaðarráðandi støða verður skapað ella styrkist.
Kappingarráðið hevur tí avgjørt at góðkenna, uttan treytir, yvirtøkuna hjá P/f Faroe Link Maritime av ávísum ognum hjá Faroe Seafood í konkurs.


Les avgerð her



Kappingareftirlitið