30.06.2011
Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna av P/f Havsbrún undir ávísum treytum
Kappingarráiðið hevur á fundi tann 29. juni góðkent yvirtøkuna hjá P/f Bakkafrost av P/f Havsbrún. Góðkenningin er treyta av:
- at P/f Havsbrún átekur sær eina veitingarskyldu í 10 ár
Hetta merkir at p/f Havsbrún í 10 ár átekur sær eina skyldu, at veita fóður eftir umbøn til alifyritøkurnar í Føroyum í 10 ár. Avtalur um veiting av fóðri skulu fyrst gerast við óheftu alifeløgini, áðrenn avtala verður gjørd við P/f Bakkafrost.
P/f Havsbrún skal hvørt kvartal gera skriftligar avtalur við alifeløgini um veiting av fóðri og hesar skulu eftir umbøn sendast til Kappingareftirlitið
Veitingarskyldan merkir eisini at veitingin av fóðri til óheftu alifeløgini skal verða av somum góðsku sum P/f Bakkafrost. - at prístrygd verður aløgd sølu av fóðri
P/f Havsbrún skal prísáseta eftir somu meginreglum sum eru brúktar seinastu 5 árini, og at P/f Havsbrún ikki í sama kvartali kann selja fóður til P/f Bakkafrost bíligari enn til onnur alifeløgini. - at søla altíð fer fram eftir almennum handilstreytum
P/f Havsbrún skal selja fóðri eftir almennum handilstreytum sum ikki kunna verða stangari enn tær treytir sum hava verið galdandi seinastu 5 árini.
Almennu handilstreytirnar skulu verða á skrift og skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 31. august 2011. - at ongin avsláttur verður givin P/f Bakkafrost ísmb. við keyp av fóðri
P/f Havsbrún kann ikki veita P/f Bakkafrost avsláttur av keypi av fóðri, óansæð um talan er um kostnaðarsparing. - at avísar bygnaðarligar treytir vera hildnar
- at virksemi hjá P/f Havsbrún kemur at liggja í egnum partafelagið næstu 10 árini og at ongin skuld í smb. við yvirtøkuna verður flutt yvir á P/f Havsbrún.
- at P/f Havsbrún eins og nú hevur egnan grannskoðan ársroknskap
- at nota verður í innanhýsis roknskapinum sum vísir vísir nettosølu, útgreinaðan framleiðslukostnað og bruttovinning fyri virkisøkini fóður, fiskalýsi og fiskamjøl.
Les avgerðina her
Kappingareftirlitið