15.02.2011

Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna av P/f Faroe Real Estate

Kappingarráðið skal hervið boða frá, at ráðið hevur góðkent, at Næraberg Holding A/S, ið er dótturfelag at Parlevliet en van der Plas Faeröer B.V., hevur keypt P/f Faroe Real Estate Ltd., sum er dótturfelag at Eik Banka Føroya.

Høvuðsvirksemi hjá P/f Faroe Real Estate Ltd. er at leiga út virkisbygning og framleiðsluútbúnað á havnarlagnum í Kollafirði. Sp/f P.P. Faroe Pelagic, ið er dótturfelag at Parlevliet en van der Plas Faeröer B.V., hevur virkað pelagiskan fisk í bygninginum hjá P/f Faroe Real Estate Ltd. seinasta árið. Við ætlaðu samanleggingini gerst Parlevliet en van der Plas Faeröer B.V. sostatt eigari í staðin fyri leigari av bygningi og framleiðsluútbúnaði.
 
Kappingareftirlitið metir ikki, at yvirtøka hjá Næraberg Holding A/S av P/f Faroe Real Estate Ltd. fer at hava við sær, at virkin kapping á viðkomandi marknaði verður hindrað, við tað at ein marknaðarráðandi støða verður skapað ella styrkt, sbrt. §15, stk. 1 í kappingarlógini.

Kappingareftirlitið hevur grundað sína støðutakan á, at eingin miðsavnan fer fram millum veitarar ella avtakarar. Fyritøkurnar hava sítt virksemi á ymiskum, men atknýttum marknaðum. Møguleikin at misnýta eina marknaðarráðandi støðu er vanliga til staðar, tá miðsavnan fer fram antin á veitara ella avtakarasíðuni. Tað, at ein veitari og ein avtakari nú enda í sama samtaki, er í sær sjálvum ikki ein kappingarligur trupulleiki.

Kappingarráðið avgjørdi á ráðsfundi tann 16. desember at góðkenna yvirtøkuna hjá Næraberg AS av P/f Faroe Real Estate Ltd., av tí at virkin kapping á viðkomandi marknaði ikki verður hindrað, við tað at ein marknaðarráðandi støða verður skapað ella styrkt, sbrt. §15, stk. 1 í kappingarlógini.

Sí avgerðarskrivið her.

Kappingareftirlitið