Kappingarráðið hevur góðkent stovnanina av SalmPro
Kappingarráðið hevur á fundi tann 18. februar 2010 góðkent stovnanina av joint venture felagnum, SalmPro.
Tað eru Faroe Seafood, Faroe Farming og Viking Seafood, ið stovna felagið SalmPro. Stovnanin fer fram við, at Faroe Farming og Viking Seafood keypa hvør sín triðing av partapeninginum í Faroe Seafood Processing í Fuglafirði, ið síðan skiftir navn til SalmPro. Sostatt gerast Faroe Seafood, Faroe Farming og Viking Seafood javntstillaðir eigarar í SalmPro.
Faroe Seafood Processing er virkið, sum Faroe Seafood eigur allan partapeningin í. Virksemið hjá virkinum hevur verið at famleiða liðugvørur úr m.a. laksi. Virkið hevur havt hall øll árini, og síðan fyrsta ársfjórðing 2008 hevur onki virksemi verið. Høvuðstrupulleikin hevur verið væntandi rávøra.
SalmPro fer at framleiða liðugvørur úr aldum laksi. Viking Seafood og Faroe Farming fara at verða høvðusveitarar av rávøru til SalmPro, meðan Faroe Seafood kemur at standa fyri søluni av liðugvørunum. Við at tvey alifeløg koma inn sum javntstillaðir eigarar, fer tað at tryggja, at SalmPro ikki fær sama trupulleika við væntandi rávøru, sum Faroe Seafood Processing hevur havt.
Kappingarráðið metir ikki, at samstarvið, ið fer fram umvegis SalmPro, kann hindra virknari kapping á nøkrum føroyskum marknaði.
Stovnanin av SalmPro fer væntandi at hava ta avleiðing, at laksur sum fyrr var útfluttur heilur og virðisøktur í útlandinum, nú verður virðisøktur í Føroyum.
Kappingarráðið hevur tí boðað feløgunum frá, at stovnanin av SalmPro er góðkend.
Kappingareftirlitið, tann 18. desember 2009