13.04.2015

Kappingarráðið hevur góðkent, at P/F Wenzel o. fl. yvirtaka P/F Bilasøluna

Kappingareftirlitið fekk tann 26. februar 2015 fráboðan um, at Sp/f Tinka og P/F Dekksentrið høvdu stovnað felag, sum skuldi yvirtaka P/F Bilasøluna.

Yvirtøkan er fráboðað Kappingareftirlitinum, tí tvær av luttakandi fyritøkunum høvdu ein umsetning, sum var omanfyri 15 mió. kr., og samlaði umsetningurin var omanfyri 75. mió. kr. Sostatt vóru mørkini í §14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini nádd.

Virksemið hjá luttakandi fyritøkunum fevndi um sølu av nýggjum bilum, brúktum bilum, dekkum, eykalutum, og umvælingum. Kappingareftirlitið hevur lagt serligan dent á at kanna marknaðin fyri sølu av nýggjum bilum, tí tað er á hesum marknaði, at virksemið hjá luttakandi fyritøkunum umskarast mest.   

Niðurstøðan hjá Kappingareftirlitið er, at yvirtøkan fer ikki at forða fyri virknari kapping á marknaðinum fyri sølu av nýggjum bilum. Marknaðarparturin hjá keyparunum, eftir at yvirtøkan er framd, verður um 20%. Ein marknaðarpartur av hesi stødd er ikki nokk til, at ein fyritøka fær eina marknaðarráðandi støðu.

Prístalið fyri bilar hevur verið hækkandi síðani 2008, hóast eftirspurningurin hevur verið lítil. Hetta vildi vanliga verið eitt tekin um ein marknað, har kappingin ikki virkar, sum hon skal. Kappingareftirlitið metir tó, at størsta orsøkin til hesa gongd er broytingin av almennari regulering.

Kappingarráðið hevur á fundi 10. Apríl 2015, tikið avgerð um, at yvirtøkan verður góðkend sambært §15, stk. 2, 1. pkt. í kappingarlógini.

Les avgerð her