29.03.2011

Kappingarráðið hevur gjørt tilsøgn frá Føroya Tele bindandi

Kappingarráðið hevur á fundi tann 22. mars 2011 avgjørt at gera tilsøgn frá Føroya Tele bindandi, sbrt. § 11, stk. 4 í kappingarlógini.

Málið snýr seg um, at Føroya Tele hevur rikið sítt netsíðuvirksemi við halli í fleiri ár. Hetta hevur avlagað kappingina millum m.a. Portal.fo og aðrar tíðindaportalar, sum noyðast at reka sítt virksemi á einum handilsligum grundarlagi.

Kappingarráðið hevur mótvegis Føroya Tele víst á tey kappingarligu ivamál, sum standast av at www.portal.fo og aðrar undirsíður ikki verða riknar á einum handilsligum grundarlagi.
Føroya Tele hevur valt at koma við eini tilsøgn sum á nøktandi hátt gongur teimum ivamálum á møti, ið Kappingarráðið hevur viðvíkjandi hesum netsíðuvirksemi.

Í tilsøgnini gevur Føroya Tele lyfti um at raksturin hjá FT Online, sum m.a. rekur Portal.fo og aðrar undirsíður, skal javnviga í 1. ársfjórðingi í 2011, og at sjálvur raksturin av netsíðuvirkseminum skal javnviga í seinasta lagi í 3. ársfjórðingi 2011.

Kappingarráðið metir við hesum, at umstøður eru fyri virknari kapping millum føroyskar portalar v.m.

Les avgerð her


Kappingareftirlitið