12.10.2010

Kappingarráðið hevur frítikið avtalu um aftursókn fyri forboðnum í § 6 í kappingarlógini

Kappingarráðið hevur tann 7. oktober 2010 tikið avgerð um, at standardavtalan um aftursókn hjá Forsikring & Pension lýkur treytirnar fyri frítøku, sambært §8 í Kappingarlógini.
Føroysku skaðatryggingarfeløgini, Trygd og Tryggingarfelag Føroyar, eru limir í vinnugreinafelagnum Forsikring & Pension.
Tryggingarfelag Føroyar hevur fráboðað eina standardavtalu hjá Forsikring & Pension til Kappingarráðið við umbøn um frítøku sambært § 8 ella váttan sambært § 9 i Kappingarlógini.
Avtalan snýr seg um, hvussu ábyrgd og endurgjald skal ásetast í sambandi við akfarsskaðar.
Avgerðin er grundað á, at treytirnar fyri undantøku sambært § 8 í kappingarlógini eru loknar. Hesar eru:

1) fremur fulldygga framleiðslu ella útbreiðslu av vørum ella tænastuveitingum, ella fremur tøkniliga ella búskaparliga menning

2) tryggjar brúkarunum rímiligan part av tí fyrimuni, sum kappingaravmarkingin hevur við sær

3) ikki áleggur fyritøkum avmarkingar, sum eru óneyðugar fyri at náa hesum endamálum, og

4) ikki gevur fyritøkunum møguleikan at forða fyri kapping innan ein týðandi part av ávísu vøruni ella tænastuveitingini.
      

Sí avgerð her




Kappingareftirlitið