24.03.2010

Kappingarráðið hevur avgjørt at steðga søluni av frystitunnlunum í Fuglafirði



Kappingarráðið hevur avgjørt at steðgað ætlaðu søluni av frystitunlunum í Fuglafirði, tí talan er um kappingaravlagandi stuðul, ið ikki hevur heimild í lóg.

Fuglafjarðar kommuna setti tunlarnir til sølu við almennum útboði. P/f Bergfrost hevði einasta boð. Boðið ljóðaði uppá 5. mió. kr., ið svaraði til ta upphædd, sum sølan var inntøkuførd fyri í kommunalu fíggjarætlanini.

Kappingarráðið hevur mett, at ein søluprísur á 5. mió. kr. var ov lágur og mett var somuleiðis, at sølulýsingin í bløðunum var villleiðandi og til fyrimuns fyri P/f Bergfrost, sum frammanundan leigar 2 av tunnlunum.

Kappingarráðið hevur í varnari meting mett virðið av tunnlunum til at liggja millum 8,4 mió. kr og 12,4 mió. kr. Metingin tekur støði í teimum leiguinntøkunum sum kommunan sambært verandi leigusáttmálum er tryggjað.

Við kappingarlógini, sum kom í gildi 1. Januar 2008, kom nýggj áseting um forboð móti almennum studningi, sum skeiklar kappingina. Endamálið við hesi áseting er, at  almennur stuðul ikki skal avlaga kappingina í vinnulívinum.

Hugtakið stuðul skal fatast breitt, tað fevnir um einhvønn búskaparligan fyrimun sum verður latin til frama fyri ávíst vinnuvirksemi, ella til ávísa vinnufyritøku. Stuðulin kann vera beinleiðis ella óbeinleiðis. Óbeinleiðis stuðul kann verða stuðul  í smb. við sølu ella keyp av fastogn undir treytum, sum ikki eru marknaðartreytir.

Avgerðin viðvíkjandi sølu av frystitunnlunum í Fuglafirði er fyrsta málið har Kappingarráðið grundar støðutakanina á lógarásetingina í § 12 í nýggju lógini, viðvíkjandi kappingaravlagandi stuðli.

Kappingareftirlitið