23.12.2022

Kappingarráðið góðkent yvirtøkuna hjá Sp/F Elding av Sp/F Power Føroyar

Kappingarráðið hevur tann 22. desember 2022 tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá Sp/F Elding av Sp/F Power Føroyar, sambært § 15, stk. 2, 1. pkt. í kappingarlógini.

Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum er m.a. grundað á, at virksemið hjá Sp/F Power Føroyar – uttan mun til um yvirtøkan varð noktað ella góðkend av kappingarmyndugleikanum - vildi steðga tann 1. januar 2023. Kappingarráðið metir tí, at avleiðing av at góðkenna yvirtøkuna undir verandi umstøðum, ikki broytir kappingarstøðuna týðandi, samanborið við, um yvirtøkan av Sp/F Power Føroyar ikki varð framd.

Kappingarráðið hevur tí tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá Sp/F Elding av Sp/F Power Føroyar.

Avgerðin kann lesast her