17.10.2022

Kappingarráðið góðkent samanlegging millum P/F Wenzel og Sp/F Bilrøkt

Kappingarráðið hevur tann 14. oktober 2022 tikið avgerð um at góðkenna samanlegging millum P/F Wenzel og Sp/F Bilrøkt.

Kappingarráðið metir ikki, at samanleggingin munandi kemur at forða virknu kappingini - serliga við at skapa ella styrkja eina ráðandi marknaðarstøðu, og hevur Kappingarráðið tí avgjørt at góðkenna samanleggingina millum P/F Wenzel og Sp/F Bilrøkt, sambært § 15, stk. 2 í kappingarlógini.

Avgerðin hjá Kappingarráðnum kann lesast her