Kappingarráðið góðkent samanlegging
Kappingarráðið hevur á fundi tann 9. juli 2008 tikið endaliga avgerð í málinum um samanlegging av Dimmalætting og Vinnuvitan.
Í samband við samanleggingina av fyritøkunum, er gjørdur ein keypssáttmáli millum partarnar, sum m.a. inniheldur ávísar kappingarklausular. Kappingarráðið metir hesar klausular verða ov stórt inntrív í framtíðar kappingina, tí hevur Kappingarráðið sett sum treyt fyri at góðkenna samanlegginina av fyritøkunum, at kappingarklausulurin í keypssátmálanum verður styttur úr trimum árum niður í tvey ár.
Áðrenn endalig samanlegging kann fara fram, skal kappingareftirlitið hava váttan fyri, at kappingarklausulurin er broyttur smb. avgerðina.
Kappingareftirlitið hevur tann 23. juli 2008, móttikið skrivliga váttan frá fráboðaranum, um at avgerð kappingarráðsins er tikin til eftirtektar, og kappingarklausulurin er broyttur samsvarandi.
Samanleggingin av Dimmalætting og Vinnuvitan er sostætt endaliga góðkend.
Kappingareftirlitið, tann 23. juli 2008.