15.04.2011
Kappingarráðið góðkent at P/f Næraberg keypir P/f Meðalsbrekku
Kappingarráðið góðkendi tann 22. mars, at P/f Næraberg keypir 90% av ognarlutinum í P/f Meðalsbrekku - treytað av góðkenning frá Fiskimálaráðnum. P/f Meðalsbrekka eigur og rekur trolararnar Fram og Vestmenning.
Kappingarráðið metir ikki, at yvirtøka vil hava við sær, at ein marknaðarráðandi støða verður skapað ella styrkist. Feløgini virka bert í ávísan mun á somu marknaðum og fiskivinnulóggávan avmarkar miðsavning í vinnuni.
Les avgerðina hjá Kappingarráðnum her.