Kappingarráðið álagt Trygdarmiðstøðini at laga prísirnar á trygdarskeiðum til kostprísirnar
Føroysku sjóvinnuskúlarnir byrjaðu í 1980 at undirvísa næmingum í trygd á sjónum, og í 1990 var farið undir skipaða undirvísing í trygd á sjónum. Sjey ár seinni - í 1997 - kom løgtingslóg í gildi, sum setti krav um, at øll sum mynstra á føroyskum skipum skulu hava verið á góðkendum trygdarskeiði fyri sjófólk.
Trygdarmiðstøðin, ið er stovnur undir Fiskimálaráðnum, varð stovnað í 1999 til at geva sjómonnum skeið í trygd á sjónum smb. løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum. Trygdarskeiðini ganga undir ásetingarnar í STCW 95 sáttmálanum og eru í dag viðurkend av IMO.
Virksemið hjá Trygdarmiðstøðini er í kappingarligum høpi at meta sum vinnuvirksemi, sum verður boðið út í kapping við privatar fyritøkur, og er fevnt av galdandi kappingarlóg.
Kappingareftirlitið metir, at virksemið hjá Trygdarmiðstøðini er fevnt av §11, stk. 1 í kappingarlógini, sum snýr seg um misnýtslu av ráðandi støðu. Trygdarmiðstøðin er almennur stovnur, sum er á fíggjarlógini, men sum misnýtir sína støðu sum alment fíggjaður stovnur at seta søluprísin á lógarkravdum trygdarskeiðum niðanfyri tað, sum tað veruliga kostar at halda hesi skeið (veruliga kostprísin). Avleiðingin av hesum er, at privatar fyritøkur ongan møguleika hava at kappast við Trygdarmiðstøðina um hesi skeið.
Tí hevur Kappingarráðið álagt Fiskimálaráðnum – og harvið Trygdarmiðstøðini – at laga prísirnar á trygdar-skeiðum til veruligu kostprísirnar soleiðis, at kappingaravlagingin harvið steðgar. Prísirnir á trygdarskeiðunum hjá Trygdarmiðstøðini skulu í seinasta lagið 1. august 2009 vera lagaðir soleiðis til, at teir samsvara veruliga kostprísin á slíkum skeiðum.
Tórshavn, tann 27. mai 2009
Terje Sigurðsson, deildarstjóri
Kappingareftirltið