21.10.2015

Kappingareftirlitið tekur dóm til eftirtektar

Kappingareftirlitið tekur dóm til eftirtektar

Føroya Rættur vísti mánadagin frá sær eina stevning frá Kappingareftirlitinum, um hvussu arbeiðsbýtið skal vera millum Kappingarráðið og Kappingareftirlitið. Dómurin kann lesast her.

Upprunin til stevningina var ein klaga frá EIK um tær upplýsingar, sum vóru í frágreiðingini um realkredittmarknaðin í Føroyum. Eik metti, at talan var um handilsloyndir, men Kappingareftirlitið var ósamt í hesum, og metti at ein almannakunngerð av hesum upplýsingum hevði stórt virði fyri samfelagið og serstakliga fyri kundarnar í føroysku bankunum. Kappingareftirlitið tók tí avgerð um, at ongar upplýsingar skuldu verða loyndar.

Vinnukærunevndin avgjørdi at vísa málið aftur til nýggja viðgerð, og vísti til at Kappingareftirlitið kundi ikki taka hesa avgerð.

Kappingareftirlitið avgjørdi í samráð við Kappingarráðið at stevna Vinnukærunevndina fyri Føroya Rætt við kravi um, at nevndin skuldi viðurkenna tað arbeiðsbýtið sum kappingarlógin fyriskrivar.

Í sambandi við rættarviðgerðina vísti Vinnukærunevndin á, at hvørki Kappingareftirlitið ella Kappingarráðið kundu leggja avgerðir hjá nevndini fyri rættin. Kappingareftirlitið og Kappingarráðið vísti hinvegin á, at í hesum serliga føri áttu allir partar at hava áhuga í eini dómsviðgerð.

Tað er hendan tvídrátt, sum dómur nú er sagdur um. Føroya Rættur kom fram til, at í hesum føri kundi Kappingareftirlitið ikki stevna Vinnukærunevndina.

Rætturin sigur, at neyðugt er í hvørjum einstøkum máli at avgera, hvør hevur rætt at taka avgerðir,og metti seg ikki kunna taka avgerð um yvirskipaða arbeiðsbýtið.

Tí fer Kappingarráðið í sambandi við eina komandi endurskoðan av Kappingarlógini, at heita á Vinnumálaráðið um, at fremja broytingar sum taka burtur tey ivamál, sum hava víst seg í hesum máli.