20.01.2012

Kappingareftirlitið mælir til at stovnur undir Almannaráðnum bjóðar út innkeyp av fjarskiftistænastum og vørum

Almannastovan hevur 27. desember 2011, tikið avgerð í einum máli um keyp av ymiskum fjarskiftisveitingum til samanløgdu stovnarnir Almannastovan og Nærverkið. Avgerðin er tikin aftaná eina samlaða meting av innkomnum tilboðum um heildarveitingar. Kappingareftirlitið fekk áheitan frá fjarskiftisveitara, sum ikki metti, at útbjóðingin varð skipað á nøktandi hátt, og í stríði við almennan politikk um innkeyp og útbjóðing.

Almannastovan og Nærverkið, sum í heyst lagdir saman til ein stovn, hava frammanundan havt hvør sín fjarskiftisveitara. Kappingareftirlitið ásannar, at talan er um keyp av fjarskiftistænastum til helst størsta einstaka brúkaran í Føroyum. Tað er ógvuliga umráðandi fyri kappingarumhvørvið á marknaðunum, at rættar mannagongdir verða nýttar í samband við innkeyp og útbjóðing av vørum og tænastum til almennar stovnar, tí almenni geirin stendur fyri einum stórum parti av samlaða keypinum á fjarskiftismarknaðinum og atknýttum marknaðum. Óskipað útboð ella vantandi útboð kunnu hava við sær, at tænastur og tøkni verða keyptar til ov høgan prís, til verri treytir ella verri góðsku enn um almenn útbjóðing fór fram.

Kappingareftirlitið tók 28. desember avgerð um, at viðgera keypið hjá samanlagda stovninum fyri at taka støðu til um málið er fevnt av kappingarlógini. Ítøkiliga at fáa lýst managongdina í samband við innheintan av tilboðum og innihaldi av sjálvum tilboðunum.

Kappingareftirlitið bað 28. desember Almannastovuna um innlit í alt samskifti í málinum, og móttóku vit í teldupostum avrit av skrivliga tilfarinum í málinum. Harumframt hevur fjarskiftisveitari latið Kappingareftirlitinum tilfar.
Kappingareftirlitið hevur mett um innkomna tilfarið og eru komin til tað niðurstøðu, at tað á fyriliggjandi grundarlagi ikki kunnu vísast á viðurskiftir sum eru í stríð við kappingarlógina. Hinvegin so halda vit, at ítøkiliga útboðið hevur verið ógvuliga óskipað, og ikki í tráð við góðan sið fyri alment innkeyp.

Í Føroyum verður arbeitt við at gera ein almennan innkeyps- og útboðspolitikk, sum skal verða galdandi fyri land og kommunur. Uppskot til almenna innkeyps- og útboðspolitikk hevur verið til hoyringar, men er enn ikki endaliga settur í gildi. Men tað er tó ongin forðing fyri at alment innkeyp og útboð verður framt í tráð við tilráðingar úr tilmælinum til innkeyp- og útbjóðingarpolitikk. Harumframt hevur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivið tann 7. juli 2011, í samband við útboð av fartelefonnýtsluni hjá miðfyrisitingini, givið til kennar ein leist og vegleiðing at nýta til útbjóðingar.

Kappingareftirlitið sendi 8. januar 2012 Almannastovuni niðurstøðuna hjá Kappingareftirlitinum til hoyringar. Í skrivi dagfest 11. januar 2012, hevur Almannastovan gjørt sínar viðmerkingar til skrivið. Kappingareftirlitið hevur síðan gjørt sínar endaligu niðurstøður í málinum.

Kappingareftirlitið staðfesti, at sambært teimum upplýsingum, ið eru fingnir til vega, eru ikki ábendingar um, at útboðið er í stríð við kappingarlógina. Hinvegin fyriheldur Kappingareftirlitið sær rætt til at gera viðmerkingar, og tilmælir til viðurskiftir, ið hava ávirkan á kappingina á marknaðinum.

Sum áður nevnt, er ta ein sannroynd, at almenni innkeyps- og útbjóðingarpolitikkurin enn ikki er formliga samtyktur, og at ætlaða lógin um innkeyp og útbjóðing enn ikki er sett í gildi. Hinvegin er í stóran mun talan um somu reglur, meginreglur og mannagongdir sum eru galdandi í okkara grannalondum og ES, og tí óivað kendar fyri leiðsluni á einum so stórum almennum stovni. Møguligt útboð verður eisini nevnt í teldupostsamskifti millum samanlagda stovnin og veitararnar, men stovnurin hevur eftir øllum at døma valt at síggja burtur frá hesum møguleika. Fíggjarmálaráðið, sum annars hevur yvirordnaða ábyrgd av útreiðslustýring landsins, hevur eisini sett út í korti ein leist og vegleiðing til útbjóðingar innan ta almenna, men Kappingareftirlitið kann bara stafesta at hesin leistur er ikki fylgdur.

Samanlagdi stovnurin vísir á, at talan hevur ikki verið um útboð, men um innheintan av tilboðum. Kappingareftirlitið metir, at tað hevði verið rættast um stovnurin hevði latið slíkt stórkeyp út í eina skipaða útbjóðing, har nýtslumynstrið og tørvurin hjá keyparunum fyrst verður neyvt útgreinaður, áðrenn boðið verður út. Kanska serliga tá talan er um fjarskiftistænsturnar og vørur, ið ofta kann vera ein marknaður sum ikki er serliga gjøgnumskygdur. Eitt skipað útboð hevði givið viðkomandi landstýrismanni, samanlagda stovninum og almenninginum betri trygd fyri peningurin verður nýttur á rættan og skynsamiligan hátt, og givið veitarunum størri trygd fyri, at teir hava javnbjóðis møguleika at bjóða seg fram.

Kappingareftirlitið hevur sum sagt ikki heimild til at áleggja samanlagda stovninum at lata hetta stórkeyp skipa í alment útboð, men vil tó halda fast um tilmælið til samanlagda stovnin og avvarðandi politiska myndugleika, um at umhugsa at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð.
Kappingareftirlitið gerð ikki meira við málið.


Kappingareftirlitið