01.06.2010

Kappingareftirlitið hevur tann 31. mai góðkent, at P/f Bygma yvirtekur Sp/f Hiti

Kappingareftirlitið hevur tann 31. mai 2010 góðkent, at P/f Bygma kann yvirtaka Sp/f Hiti. Avgerðin er grundað á, at luttakandi fyritøkurnar ikki hava ein samlaðan marknaðarpart, sum í sær sjálvum gevur høvi til at halda, at virkna kappingin verður hindrað. Við í metingarstøðinum er eisini, at talið á fyritøkum á viðkomandi marknaði eftir føroyskum umstøðum er stórt. Somuleiðis eru fyritøkurnar á viðkomandi marknaði ikki serliga samvorðnar.

Kappingareftirlitið