Kappingareftirlitið hevur gjørt tilsøgn frá Landssjúkrahúsinum bindandi
Kappingareftirlitið hevur avgjørt at gera tilsøgn frá Landssjúkrahúsinum (LSH) bindandi, sbrt. § 11, stk. 4 í kappingarlógini. Tilsøgnin snýr seg um vinnuliga virksemi hjá vaskarínum á Landssjúkrahúsinum.
Kappingareftirlitið setti kanning í verk av virkseminum eftir at staðfest var, at virksemið hevði havt hall seinastu mongu árini. Vaskaríið hevur eina marknaðarráðandi støðu, og hevur tí skyldu at tryggja at egið virksemi ikki er kappingaravlagandi. Søla av tænastum undir veruligan kostnað, kann vera í stríð við forboðið í § 11, stk. 1 í kappingarlógini um misnýtslu av ráðandi støðu.
LSH er komið við eini tilsøgn um, at skipa virksemi hjá vaskarínum øðrvísi. Kappingareftirlitið metir at umskipanin kann tryggja, at tað ivasemi sum eftirlitið hevur um kappingaravlaging verður gingin á møti.
Við tilsøgnini verður alt virksemið hjá vaskarínum skipað sum vinnuligt virksemi. Hetta merkir at LSH verður javnstillað við aðrar kundar. Við umskipanini verður eisini tryggjað, at prísásetingin hjá vaskarínum fer at taka atlit til avkast og skatt. Harumframt fer útleigan av útbúna og hølum frameftir, at vera á einum vinnuligum grundarlagi.
Les avgerðina her
Kappingareftirlitið