13.01.2022
Kappingareftirlitið góðkent yvirtøkuna hjá CM Biomass Partners A/S av Mohegan Renewable Energy (MS), LLC.
Kappingareftirlitið hevur tann 12. januar 2022 tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá CM Biomass Partners A/S av Mohegan Reneable Energy (MS), LLC.
Yvirtøkan merkir, at CM Biomass Partners A/S gjøgnum dótturfeløg í USA yvirtekur ræði á Mohegan Renewable Energy (MS), LLC, og tilhoyrandi dótturfeløgum MRE Jasper, LLC or MRE Crossville, LLC.
Kappingareftirlitið metir ikki, at yvirtøkan kemur at skaða virknu kappingina í Føroyum og hevur tí tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna sambært § 15, stk. 5 í kappingarlógini.
Avgerðin kann lesast her
Kappingareftirlitið