15.12.2021

Kappingareftirlitið góðkent yvirtøkuna hjá CM Biomass Partners A/S av Ekman Denmark ApS

Kappingareftirlitið hevur tann 15. desember 2021 tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá CM Biomass Partners A/S av Ekman Denmark Aps. Kappingareftirlitið metir ikki, at yvirtøkan kemur at skaða virknu kappingina í Føroyum og hevur Kappingareftirlitið tí avgjørt at góðkenna yvirtøkuna, sambært § 15, stk. 5 í kappingarlógini.

Avgerðin kann lesast her

Kappingareftirlitið