20.04.2022

Kappingareftirlitið góðkent samváða millum Selfinvest ApS og LLG A/S

Kappingareftirlitið hevur tann 20. apríl 2022 tikið avgerð um at góðkenna samváðan, Selected Car Group A/S, sum Selfinvest ApS og LLG A/S hava sett á stovn.

Kappingareftirlitið metir ikki, at samváðin kemur at skaða virknu kappingina í Føroyum og hevur Kappingareftirlitið tí avgjørt at góðkenna samváðan, sambært § 15, stk. 5 í kappingarlógini.

Avgerðin kann lesast her

Kappingareftirlitið